Fleiri ísraelsk álop hava verið í Gasageiranum í seinastuni, eins og palestinsk rakettálop hava verið móti málum í Suður-Ísrael. Aftur í morgun hevur verið ófriðarligt.
Flóttafólkalegan Nuseirat í Gasageiranum hevur fleiri ferðir verið mál fyri ísraelskum álopum.
Aftur í morgun siga palestinskir fjølmiðlar, at Ísrael í einum flogálopi hevur rakt hesa flóttafólkalegu, og at tvey fólk eru særd.
Ein talsmaður fyri ísraelska herin sigur, at álopini vórðu vend móti einum verkstaði, har landið metir, at vápn verða goymd. Eitt annað mál var islamiska Hamas-rørslan í Gasageiranum.
Støðan í økinum hevur verið spent seinastu tíðina.
Fleiri ísraelsk álop hava verið á Gasageiran, eins og palestinsk rakettálop hava verið móti málum í Suður-Ísrael.










