Ísraels framferð í Gaza kann - púra órættvíst - kom at verða jødadóminum at bága
Í sambandi við tað ræðuliga kríggið í Gaza fari eg at loyva mær at bera fram nakrar fáar viðmerkingar, ikki í nakrari vón um at linna um hesa blóðdálkaðu blindgøtu, men tí einum tykir, ikki bara at bílætið, vit fáa frá fjølmiðlunum, sum heild bæði er ov eintáttað og ov grunt, men at summar upplýsingar eru beinleiðis skeivar.
Tað verður tikið uppaftur ferð eftir ferð, bæði í miðlum og av ríkisleiðarum, at Hamas breyt vápnahvíldina við Ísrael og á henda hátt íbirti hetta seinasta kríggið. Hetta er ikki í samsvari við tað, sum Robert Fisk, blaðmaður hjá The Independent og serkønur í Miðeysturs nútíðarsøgu, førir fram. Hann sigur (sí Information 8. januar), at Ísrael breyt vápnahvíldina, fyrstu ferð tann 4. november 2008, tá ísraelar drópu seks palestinar og aftur tann 17. november, tá teir bumbaðu fýra palestinar til deyðis.
Tað var við øðrum orðum,
sambært Fisk, ikki Hamas, men Ísrael, sum íbirti kríggið. Men um sannleikin var ein annar, hvat so? Spurdu jødar pent og fólkaliga Nazi-Týskland um loyvi, áðrenn teir fóru undir sín gitna uppreistur í ghettoini í Warzawa undir 2. heimsbardaga?
Undirritaði telist ikki millum teirra, sum á nakran hátt kann taka undir við yvirgangi, annaðhvørt hann verður framdur av Hamas, einum Menachem Begin ella tí ísraelsku stjórnini. Og hvat Hamas viðvíkir, so hevði tann gitni palestinski bókmentafrøðingurin og høvundurin Edward W. Said helst rætt, tá ið hann førdi fram, at palestinar onga veruliga leiðslu hava. Samstundis tykist týðiligt, at ein felagsskapur sum Hamas er Ísraels egni alvi, skaptur av áralongum ísraelskum yvirgangi.
Sjálvt Gaza-málið er ov stórt til at verða viðgjørt í stuttari viðmerking. Men tað tykist greitt, at tey, sum ikki skilja sjálva forsøguna, kunnu als ikki úttala seg við skili um hendingarnar beint nú. Og forsøgan er sambært ísraelskum søgufrøðingum tann, at ísraelar frá fyrst í desember 1947, t.e. eitt hálvt ár áðrenn ríkið Ísrael varð sett á stovn, framdu eina leingi og ruddiliga fyriskipaða etniska útreinsing móti palestinum.
Teir rændu teirra land, jørð, hús, olivingarðar, viðalundir, ofta eisini leysar ognarlutir, og róku eigararnar burtur við harðskapi, jagstran og blóðbaðum. Frá 1940 høvdu teir skrásett allar palestinskar bygdir, við upplýsingum um moskur, skúlar, viðalundir, hvar fólk búðu, hvat tey áttu og hvar tey stóðu politiskt. Tað var tí ómakaleyst, tá ið løtan kom, at eyðmerkja politiskt medvitnar menn, sum eitt nú vóru limir í politiskum flokkum, og skjóta teir straks uttan víðari roks. Hetta er nett sama framferð, sum Sovjet brúkti í Baltikum undir øðrum heimsbardaga, nazistar í Póllandi frá 1939 og serbar í Jugoslavia fyrst í 90-árunum í farnu øld.
Tað eru eftirkomarar hjá hesum fólkum, sum nú búgva í Gaza. Hesi fólk, ung sum gomul, vita øll, hvussu ísraelar rændu landið og ognirnar hjá teirra forfedrum. Teirra kenslur eru ikki øðrvísi enn tær, sum okkara skald H.A. Djurhuus lýsir við hesum orðum:
Her vit hoyrdu móðurrødd,
bórust her á móðurarmi,
lógu trygt at móðurbarmi,
vóru bæði fødd og klødd ...
Landið er rænt, og rænt so ruddiliga (og her hava ísraelar dugað betur enn t.d. nazistarnir), at sjálvt staðanøvnini eru útruddað og nýggj sett í staðin. Og vitandi um hetta mentanar- og landsrán kunnu palestinar nú hyggja at, meðan ísraelskir hermenn karva teirra børn sundur ella spreingja tey í smápettir.
Mangir eygleiðarar tykjast í dag at vera bilsnir um, at ísraelskir hermenn fara fram við so blóðugum harðskapi móti m.a. konum og børnum. Men í hesum er einki nýtt og einki løgið. Hetta hevur eyðkent teirra framferð, líka síðani teir fyrst í desember 1947 fóru undir sína væl fyriskipaðu etnisku útreinsing.
Í hesum sambandi kann vera hugvekjandi at hyggja at Ísraels søgu. Tann ágangs- og harðskaparpolitikkur, sum frá byrjan var Ísraels aðalmerki, fekk eina sjónliga bæði politiska og hugmyndafrøðiliga herðing, tá ið Likud, við Menachem Begin á odda, kom fram at valdinum í 1977.
Og her koma vit til eitt áhugavert søguligt samband. Søgulig verk eru skrivað um samskiftið millum Haj Amin Al-Husseini, ið var palestini og stórmufti av Jerusalem, og nakrar av nazismunnar oddamonnum. Minni kent er sambandið millum nakrar av zionismunnar slóðbrótarum og tríatiáranna totaliteru rørslur.
Likud er sprottin úr eini revisionistiskari zionistrørslu frá fyrru helvt av 20. øld. Hennara leiðari var Vladimir Jabotinsky, ukrainskur jødi, úr Odessa. Sum persónsmenska var Jabotinsky kompleksur og neyvan eintýddur, men undir honum kom henda rørsla í síni floksmentan og hugmyndafrøði at liggja so nær fascismuni og Benito Mussolini, at hon av mongum varð rópt fascistisk.
Ungmannarørslan Betar hjá Jabotinsky hevði t.d. í 30-árunum ein sjómannaskúla í Civitavecchia í Italia, har rópt varð á samkomum, í rituellum høpi: Viva L´Italia! Viva Il Re! Viva Il Duce! Og Mussolini fagnaði sínum tilbiðarum, rósti “fascistinum” Jabotinsky og tók heilhugaður undir við hansara politikki.
Men ikki nóg mikið við tí. Burtur úr rørsluni hjá Jabotinsky flusnaði ein klovningsbólkur, róptur LEHI (ella Stern harkaliðið), hvørs leiðari var Avraham Stern. Í nøkur ár, og líka til 1941, royndi hesin bólkur at fáa í lag samstarv við Adolf Hitler. Dreymurin var at skapa eitt serligt vinarband millum eitt totalitert jødiskt Palestina og Das Reich. Yitzhak Shamir, seinni forsætisráðharri hjá Likud, var millum teir fremstu limirnar í hesum bólki.
Tá ið tann ísraelski herurin Haganah framdi sína etnisku útreinsing frá 1947, hevði tann friðarliga palestinska bygdin Dar Yassin í 1948 gjørt sáttmála við Haganah, so hon kundi sleppa undan atsókn. Men Haganah sveik hesi fólkini og gav Irgun og tí í síni tíð nazivinarliga Stern-harkaliðnum ta uppgávu at søkja at Dar Yassin. Tann ísraelski søgufrøðingurin Ilan Pappe (hvørs bók The Ethnic Cleansing of Palestine, Oneworld, 2006, er støði undir míni frásøgn) greiðir soleiðis frá tí, sum hendi tann 9. apríl 1948:
Sum teir herjaðu á bygdina, díktu teir jødisku hermenninir húsini undir í maskinbyrsueldi og drópu nógvar av íbúgvunum. Restin av bygdafólkinum bleiv síðani savnað á einum stað og myrd við køldum blóði.
Fahim Zaydan, sum var tólv ár tá og við sínum egnu eygum upplivdi at síggja sína familju dripna, sigur soleiðis frá:
Teir tóku okkum út ein fyri og annan eftir; skutu ein gamlan mann, og tá ið ein dóttur hansara fór at gráta, bleiv eisini hon skotin. So róptu teir á beiggja mín Muhammad og skutu hann beint framman fyri okkum, og tá mamma mín stórgrátandi boygdi seg niður yvir hann – haldandi um mína lítlusystir Hudra, sum enn fekk bróst frá henni - skutu teir hana við.
Tann, sum lesur bókina hjá Ilan Pappe, fær ta fatan, at hesi árini var alt Palestina ein stórur slaktikjallari. Palestinar í túsundatali blivu myrdir, í einari bygd o.u. 40, í eini aðrari um 100, í eini triðju kanska 200. Í bygdini Dawaymeh vórðu 455 fólk saknað, tá ið slátrið var av, teirra millum 170 konur og børn. Menn vórðu stungnir til deyðis, konur brendar livandi, høvdini á børnum blivu sligin, so tey klovnaðu. Og niðurlagið var, sambært eygnavitnum, at hermenninir høvdu “stuttleika” av sínum brøgdum.
Tað ber tí til at siga, at – í ein vissan mun – eru tey fólk, sum nú hava valdið í Ísrael, arvingar bæði eftir eina praksis, eina mentan og eina rørslu, sum eru fascistisk, lutvís nazistisk. Um fyrimyndina og høvuðsprofetin hjá hesum fólkum, Menachem Begin, skrivaðu Albert Einstein, Hannah Arendt og onnur jødisk andsmenni soleiðis í einum brævi í 1948 til New York Times:
Millum tey mest órógvandi politisku fyribrigdini í okkara tíð er tann “Frælsisflokkur” (Tnuat HaHerut), sum er komin fram í tí nýliga stovnaða ríkinum Ísrael, ein politiskur flokkur, sum í síni skipan, sínum háttalag, síni politisku heimspeki og sínum sosiala atdrátti er nær skyldur (“closely akin”) við teir nazistisku og fascistisku flokkarnar...
Arendt og Einstein vístu her ikki lítið framskygni. Hevur ein hetta søguliga baksýni í huga, er lættari at skilja, hví ísraelar í dag, við heimsins mest framkomnu ræðuvápnum, drepa sivilfólk, menn, konur og smá børn, og uttan fyrilit søkja at skúlum og barnagørðum. Teir gera tað, tí at hetta - harðskapurin, gleðin við at fremja píning og deyða – sum hjá Mussolini og Hitler er eitt endamál og eitt virði í sjálvum sær.
Sara M. Roy, amerikanskur akademiskur granskari, er jødi. Ein stórur partur av hennara ættfólki varð týndur árini 1933-45 av nazistunum. Roy hevur skrivað bøkur og ritgerðir um Gaza og er Gaza-serfrøðingur. Ein av hennara niðurstøðum er, at tann nazistiska framferðin móti jødum og tann ísraelska framferðin móti palestinum eru “út í odd og egg javnlíkar í meginreglu, endamáli og virknaði: at eyðmýkja og avhumanisera” (absolutely equivalent in principle, intent, and impact: to humiliate and dehumanize).
Og her kann vera vert at taka fram ein annan tátt. Tey, sum treytaleyst taka undir við Ísrael, gloyma kanska, at Gaza kann vera eitt tvíeggjað svørð. Tí ein kann illa koma til annað úrslit, enn at framferðin í dag í Gaza ikki bara er ágangur móti einum øðrum fólki, men samstundis ágangur móti jødum: ein framferð, sum kann geva øllum heimsins jødum - og jødadóminum sum hugtaki - banasár.
Ikki bara soleiðis at skilja, at ein dálkandi skammarblettur á henda hátt kann blíva festur – púra órættvíst - á eitt heilt fólk, hvørs einstøku limir ofta als ikki taka undir við Ísraels brotsgerðum ella kanska (sum tey hava fullan rætt til) halda seg langt uttan fyri henda ódámliga, skitna og blóðuga leik.
Men eisini í eini aðrari merking. Eins og islam og kristindómurin ber jødadómurin í sínum holdi, sum søguliga kjølfestu, eina mentan og eina heimspeki. Ein meginstrongur í hesi mentan er hugtakið rættvísi, eitt hugtak, sum glógvar í verkunum hjá jødiskum heimspekingum, rithøvundum, skaldum og listafólkum, eitt nú - fyri bara at nevna nøkur dømir – Maimonides, Spinoza, Disraeli, Kafka, Buber, Arendt, Bob Dylan og Steven Spielberg.
Tað er jødadóminum - í hesum upprunaliga týdningi - sum Mussolinis og Hitlers arvingar, trónandi á Ísraels borgarmúrum við sigursælum og karráum brosum, nú royna av øllum alvi at beina fyri.