Ísrael møtti ikki á mannarættindafundi

Ísrael sendi ikki umboð á fundin, tá mannarættindaráðið hjá ST skuldi gera eina meting av mannarættindunum í Ísrael í gjár. Sambært tíðindastovunum er hetta fyrstu ferð, at eitt land ikki hevur sent umboð á ein tílíkan metingarfund. Seinast Ísrael var til metingar, var í 2008, og tá sendi landið umboð á fundin, men ikki hesaferð.

Polski formaðurin í mannarættindaráðnum harmaðist avgerðina hjá Ísrael, og fleiri lond bera ótta fyri, at ísraelska avgerðin kann fáa onnur lond at gera tað sama, tá mannarættindini hjá teimum skulu viðgerast.

Ísraelska avgerðin kom kortini ikki heilt óvart á ráðið. Ísraelsmenn boðaðu í fjør frá, at teir ætlaðu sær at sleppa samstarvinum við mannarættindaráðið, tí ráðið ætlaði at senda eitt kanningarlið til tey palestinsku økini.

Av tí at Ísrael ikki møtti til metingarfundin í gjár, er viðgerðin útsett til í heyst við vón um, at Ísrael fer at senda umboð á fundin tá, skrivar Reuters.