Ísraelsku myndugleikarnir hava í dag latið Hamas-politikaran Mohammed Abu Teir leysan úr einum fongsli, sum hann hevur verið í tey seinastu fýra árini. Mohammed Abu Teir er limur í palestinska tjóðartinginum, og hann var ein av teimum umleið 60 fólkavaldu Hamas-politikarunum, sum ísraelsmenn tóku, eftir at ísraelski hermaðurin Gilad Shalit varð tikin og burturfluttur í Gaza í juni í 2006.
Teir flestu Hamas-politikararnir eru síðani latnir leysir, men umleið tíggju sita framvegis í ísraelskum fongslum.
Tann burturflutti hermaðurin, Gilad Shalit, er framvegis fangi í Gaza-geiranum, og fleiri royndir at fáa hann latnan leysan eru miseydnaðar.