Ísrael kann missa gassið úr Egyptalandi

Tað størsta gassfelagið í Egyptalandi hevur sagt upp ein sáttmála við ísraelsku myndugleikarnar um at lata landinum gass. Sáttmálin hevur sera stóran týdning, tí hann útvegar ísraelsmonnum umleið 40 prosent av gassinum, sum landið brúkar.

Sáttmálin um gassið er frá 2005 og var eitt úrslit av friðarsáttmálanum, sum londini gjørdu í 1979. Men nú sigur tað egyptiska gassfelagið, at tað hevur sagt sáttmálan upp, tí Ísrael hevur ikki hildið ávísar partar av sáttmálanum.

Eygleiðarar siga, at ísraelska stjórnin roynir at steðga øllum gitingum um ta egpyptisku uppsøgnina, og talsmenn hjá stjórnini hava sagt, at talan um eitt handilsmál, sum onga ávirkan hevur á onnur viðurskifti landanna millum. Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman (myndin), ásannaði í dag, at uppsøgnin er ikki serliga heppin, men hann segði seg ikki vera í iva um, at málið verður loyst, uttan at tað fær nakrar politiskar avleiðingar.

Sambært tíðindastovunum hava egyptar ikki skrúvað kranarnar fyri, hóast sáttmálin er uppsagdur.