Ísrael í øðini inn á BBC

Ísraelska stjórnin vil ikki samstarva við bretska BBC longur, eftir at BBC um vikuskiftið endursendi eina sending, sum avdúkar evnini hjá Ísrael at gera hópoyðingarvápn.

Sendingin varð fyrru ferð send fyri trimum mánaðum síðani hóast hvøss mótmæli úr Ísrael. Leygardagin varð sendingin endursend, og hesaferð kom svarið alt fyri eitt úr Tel Aviv: Ísrael vil einki hava við BBC at gera longur.

Avgerðin ber í sær, at hvørki tíðindafólk ella framleiðarar hjá BBC sleppa at hava nakað samstarv við ísraelsku myndugleikarnar, og ísraelskir embætismenn fara ikki at tosa við tíðindafólk hjá BBC. Sambært blaðnum Haaretz merkir avgerðin eisini, at tað kann gerast trupult hjá BBC-tíðindafólkum at fáa innferðar- og arbeiðsloyvi í Ísrael.

Tað, sum hevur fingið øði í ísraelsku stjórnina, eru myndir í sendingini, sum vísa sjálvt hjartað í ísraelsku kjarnorkuvápnaverkætlanini, verkið Dimona í Negev-oyðimørkini. Harafturat vísti BBC myndir av einum stovni sunnan fyri Tel Aviv, sum fæst við lívfrøðiliga gransking. Franskir fjølmiðlar hava fyrr avdúkað, at stovnurin hevur gjørt ikki færri enn 43 ymisk lívfrøðilig og onnur vápn.

Leiðarin á tíðindatænastuni hjá ísraelsku stjórnini, Danny Seaman, hevur fyrr sagt, at framferðin hjá BBC er mest átøk antisemitismu, og sunnudagin segði hann, at einasta endamálið hjá BBC var at spilla Ísrael út.

Tað hevur leingi verið alment kent, at Ísrael hevur hópoyðingarvápn, sjálvt um landið ongantíð hevur viljað viðgingið, at so er. Ísrael hevur ikki skrivað undir altjóða sáttmálan, sum bannar londum at gera ella at goyma evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn, og landið hevur heldur ikki staðfest sáttmálan ímóti at breiða út kjarnorkuvápn.