Ísraelsmenn fóru í gjár undir at seta eina girðing upp á Vestara Áarbakka. Myndugleikarnir siga, at girðingin er neyðug fyri at steðga teimum áhaldandi palestinsku sjálvmorðsbumbuatsóknunum.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Benyamin Ben Eliezer, var hjástaddur, tá arbeiðið byrjaði í gjár. Hann hevur leingi talað fyri at girða Vestara Áarbakka av.
Palestinareru í øðini um girðingina, men heldur ikki allir ísraelsmenn eru líka fegnir um hana. Nógvir høgrasinnaðir ísraelsmenn halda, at girðingin kann gerast eitt komandi mark millum Ísrael og eitt palestinskt ríki, og teir hava tí mótmælt avgerðini hjá myndugleikunum.
Summir eygleiðarar í Miðeystri siga, at girðingin fer ikki athava nakra ávirkan, tí hon fer ikki at forða palestinum at gera álop á mál í Ísrael. Aðrir eygleiðarar halda, at girðingin fer at økja spenningin millum ísraelsmenn og palestinar, júst sum bíðað verður eftir einum amerikanskum friðaruppskoti.