Ísraelsmenn hava eftir øllum at døma ilt við at gloyma tað, sum hendi jødunum undir seinna heimsbardaga.
Í øllum førum tykjast ísraelsmenn hava ilt við at góðtaka, at týsk hersakip standa fyri ST-eftirlitinum fram við libansku strondini.
Seinasta týsdag skutu ísraelsk stríðsflogfør ávaringarskot og ljósrakettir eftir einum týskum herskipi, og fríggjanáttina órógvaðu ísraelsk flogfør eina týska tyrlu, sum var á eftirlitsferð úti fyri libansku strondini.
Týskland hevur seks herskip og 2.400 herflotamenn í ST-eftirlitsliðnum í Libanon, og tað er ikki av tilvild, at Týskland júst hevur sent herskip hagar. Týska stjórnin vildi ikki seta hermenn upp í Libanon fyri at sleppa undan trupulleikum, skuldi tað komið til samanbrestir millum ST-hermenninar og ísraelskar hermenn.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Amir Peretz, segði í síðstu viku, at Ísrael fer ikki at órógva tey týsku herskipini, og Dan Haluz, verjuovasti, hevur eisini biðið verjumálaráðið í Berlin um umbering fyri tilburðin fríggjanáttina.
Týski verjumálaráðharrin, Franz-Josef Jung, fer til Ísraels at vitja seinni í vikuni, og tá verða teir báðir tilburðirnir úti fyri libansku strondini uttan iva umrøddir.










