Ísrael góðkennir fleiri útbyggingar

Ísraelska stjórnin hevur góðkent eina ætlan um at byggja nýggjar bústaðir í tí arabiska Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka Ætlanin, sum stjórnin hevur staðfest, umfatar 400 nýggjar bústaðir í tí arabiska Eysturjerusalem og 416 bústaðir á Vestara Áarbakka.

Ísrael hersetti bæði Eysturjerusalem og Vestara Áarbakka í 1967, og Eysturjerusalem er seinni lýstur ísraelskt øki.

Altjóða samfelagið og palestinararnir hava fleiri ferðir funnist at Ísrael, tí landið heldur fram við at byggja bústaðir í einum hersettu økjunum.