Ísrael fer at beina fyri Yasser Arafat

Ísraelski forsætisráðharrin tekur nú uppaftur, at palestinski leiðarin skal ikki kenna seg tryggan. Palestinski samráðingarleiðarin ivast ikki í, at ísraelsmenn fara at beina fyri Arafat

Fyri átta døgum síðani segði Ariel Sharon, at ein og hvør, sum hevur ábyrgdina av, at ísraelsmenn verða dripnir, eigur ikki at kenna seg tryggan. Hóast hann ikki segði, hvønn hann sipaði til, var eingin í iva um, at orðini vóru ein ávaring til palestinska leiðaran Yasser Arafat.
Nú tekur Sharon ávaringina uppaftur. Við blaðið Yedioth Ahranoth í gjár segði hann, at hann kann ikki veita trygd fyri, at Arafat sleppur óskalaður.
Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, ivast ikki í, at Ísrael veruliga umhugsar at beina fyri Arafat.
- Hóttanin er álvarssom, og eg eri vísur, í, at Arafat, forseti, verður avrættaður, segði Saeb Erekat við marokkanska sjónvarpið sunnudagin. Hann vildi vera við, at ísraelska málið við at beina fyri palestinskum leiðarum er at elva til lógloysi og harðskap og at gera enda á teimum palestinsku sjálvsstýrismyndugleikunum fyri at kunna vísa á, at palestinar hava einki veruligt umboð.
Samstundis vísir ein meiningakanning í Ísrael, at umleið tveir triðingar av ísraelska fólkinum taka undir við, at víðgongdir palestinskir leiðarar verða fyribeindir, eins og gjørt varð við Hamas-leiðaran Ahmed Yassin herfyri.