HM BÓLKUR 4
Tað gekk ikki væl, tá ið franska landsliðið í nógv broyttari útgávu royndi at taka fyrsta stigið ímóti HM endaspælinum í Týsklandi um tvey ár.
Ísrael var mótstøðuliðið í París, og ísraelar undirstrikaðu staðiliga, at teir ikki longur teljast millum minstu fótbóltstjóðirnar.
Á franska liðnum var eingin Zinedine Zidane, eingin Lilian Thuram, eingin Marcel Desailly og eingin Bixente Lizarazu. Í málinum var Gregory Coupet og ikki Fabien Barthez, og á beinkinum var Raymond Domenech í staðin fyri Jacques Santini, sum er farin til London og Tottenham.
Fransmenninir vóru í 3-5-2 útgangsstøðu, og teir vóru ikki serliga sannførandi. Ísraelar dusaðu sær, og serliga í vinstru gekk væl hjá teimum at mynda álopsspæl. Patrick Vieira, Arsenal miðvallarkempan, sum nú er liðformaður á landsliðnum, hevði góða roynd við høvdinum, sum varð bjargað á strikuni. Vieira var annars ógvuliga tætt ansaður, og tað bar við sær, at hann ikki var so eyðsýndur, sum hann plagar at vera.
Ísraelska verjan var ógvuliga tøtt. Tað bar við sær, at fronsku álopsmenninir, Thierry Henry og Louis Saha, ofta fóru langt aftur á vøllin, og at miðvallararnir Robert Pires og Ludovic Giuly, so fóru longri fram, og tað var onkra ferðina vandamikið.
Men Ísreal hoyknaði ongantíð, og miðskeiðis í 2. hálvleiki var um reppið, at teir fingu hol á. Eftir horna stútaði Badir ímóti málinum, men á strikuni bjargaðu heimamenninir.
Síðstu løtuna setti Frakland rættuligt trýst á Ísrael, men verjan var sum bergið.










