Fyri fyrstu ferð sigur ein av leiðarunum í Hamas, at rørslan ásannar tann veruleika, at tað er eitt sjálvstøðugt ríki, sum eitur Ísrael.
Khaled Mashaal er tann fremsti politiski leiðarin í Hamas, sjálvt um hann býr í Damaskus í Sýrialandi. Í samrøðu við Reuters sigur hann, at tann stóri trupulleikin í Miðeystri er ikki, at ísraelsmenn hava sítt egna ríki, men at palestinar einki ríki hava.
Hamas hevur altíð sýtt fyri at viðurkenna ísraelska ríkið. Tað ger rørslan framvegis, men hetta kann broytast, sigur Khaled Mashaal.
-Men fyritreytin er, at palestinar fáa sítt egna sjálvstøðuga ríki, og vit fara ikki at viðurkenna Ísrael sum ríki fyrr enn tá, sigur Khaled Mashaal. Reuters skrivar, at fleiri leiðandi limir í Hamas hava sagt okkurt, sum líkist hesum, men at hetta er fyrstu ferð, at ein av leiðarunum í rørsluni nemur við tankan um at viðurkenna Ísrael.
Khaled Mashaal er ættaður úr Ramallah á Vestara Áarbakka, men hann vaks upp í Kuwait. Sjálvur sigur hann, at ísraelska fregnartænastan Mossad royndi at beina fyri sær, tá hann búði í Jordan fyri tíggju árum síðani.










