Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur góðkent, at Ísrael skal byggja ein múr fram við markinum við Egyptaland. Endamálið er at forða ólógligum innflytarum og hernaðarligum bólkum at koma inn um markið.
Forsætisráðharrin sigur við fjølmiðlarnar, at endamálið er eisini at tryggja og at varðveita Ísrael sum eitt jødiskt og demokratiskt samfelag.
Mett verður, at tað fer at kosta umleið 1,4 milliard krónur at byggja múrin fram við egyptiska markinum, og at arbeiðið fer at taka tvey ár.









