Ísrael á breddan í Sandavági, á Argjum og í Leirvík

Frá 14. – 18. september skipar Ísraelsmissiónin fyri ísraelstiltøkum í Sandavági, á Argjum og í Leirvík.

Evnið á tiltakinum er Ísrael, bæði í bíbilskari tíð og á okkara tíð. Høvuðstalari á tiltøkunum, er Bodil Skjøtt, aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini, sum sæst á myndini. Hon hevur saman við familjuni búð 10 ár í Ísrael og hevur verið aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini í fleiri ár og kennir tí sera væl til arbeiðið og umstøðurnar í Ísrael. Umframt at virka millum jødarnar hevur hon eisini verið virkin at stuðla friðararbeiði millum jødar og palestinar.

Bodil Skjøtt verður við á kvøldmøtum í Sandavági og Argjum 14. og 15. september, og síðani á vikuskiftistiltaki í Leirvík frá 16 til 18. september.

Hon fer at tala um ymisk evni, ið hava við Ísrael at gera. Millum annað um Jesus og jødisku hátíðirnar, støðuna hjá messianskum (kristnum) jødum, friðararbeiði millum jødar og palestinar og um ísraelsmissión.

Fríggjakvøldið 16. september verður eitt ungdómskvøld burturav í Leirvík. Tá verður Ísraelstoymið, sum var í Ísrael í summar, við og fer at greiða frá, hvat tey gjørdu og upplivdu á ítróttarlegu fyri drusar í Norðurísrael.