Fríggjadagin hevði Strandferðslan móttøku í nýggju og snotuligu hølunum á Tvøroyri. Vagn Mortensen hevði smiðju í húsunum á sinni. Í dag eigur Viberg Sørensen húsini, og húsini eru ikki at kenna aftur, og standa í allar mátar mát við nútímans stovnsbyggningar.
Sera nógv fólk leitaði sær innar fyrrapartin fríggjadagin, tá almenna móttøkan var, og seinnapartin var móttøka fyri innbodnum, og har vantaði luttøkan heldur ikki.
Hóast samgongusamráðingar, so taldust løgmaður, og aðrir politikarar, millum tey vitjandi.
Virkandi strandferðslustjórin, Jákup Danielsen, helt røðu, eins og Heðin Zachariassen, (nú fyrrverandi) landsstýrismaður, og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Komin heim aftur
Jákup Danielsen beyð gestunum vælkomnum og fegnaðist um stásiligu hølini og um góðu móttøkuna, sum stovnurin hevur fingið í Suðuroynni.
Heðin Zachariassen hugleiddi um samferðslukervið fyrr og nú, bæði í Suðuroynni øllum Føroyum sum heild, og ásannaði, at ábøtur, ið gjørdar eru, hava verið neyðugar. Hørðu og bleytu virðini nevndi hann eisini. Hann fegnaðist um, at nú bundið er saman, og koyrandi er um meginpartin av landinum, so ber eisini til at koyra í bili umborð á Smyril og leggja trygt at á Tvøroyri.
Kristin Michelsen byrjaði røðu sína við at siga, at øll avvarðandi áttu at taka í egnan barm, tí umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleika eru ikki nóg góðar á nýggja stovninum. Hann fegnaðist um, at Strandferðslan “er komin heimaftur”, tí tað var á hesum stað, at menn tóku upp sigling millum oyggjarnar fyri meira enn hundrað árum síðani, segði borgarstjórin á Tvøroyri. Hann handaði síðani stovninum gávu.
Limir úr Tórshavnar Stórbandi settu, saman við sangsolistunum Kristel Lisberg og Katrinu Petersen, dám á við tónleiki.