Føroya Bjór hevur sent eitt nýtt slag av sodavatni á marknaðin. Tey nevna sodavatnið »Sqviiz«.
Sambært Einar Waag, stjóra á Føroya Bjór, kemur hetta orðið partvís av enska »squeeze«, ið merkir at pressa: »Squeeze a lemon«.
? Hetta hevur tó einki við landsins búskaparstøðu at gera. Hetta er ein appelsinvatn uttan sukur við avbera góðum smakki, sigur hann.
»Sqviiz« fæst í 0,25 litur fløsku við tí nýggja Ring Crown proppinum. Tað er tann proppurin, ið summi kenna frá Tuborg »plokk«, ið er til at toga av ? uttan propptrekkjara. »Sqviiz« fæst eisini í 0.5 liturs plastikfløskum.
Á Føroya Bjór vóna tey, at sodavatnið sleppur undan sukuravgjaldinum, sum hevur verið upp á tal.
Sodavatn í glasfløskum er næstan vorðið sum lundi á jólanátt, tí tey allar flestu munnu í dag drekka sodavant av plastikkfløsku.
Á Føroya Bjór leggja tey kanska eitt sindur av nostalgi í tað ? aftur at fáa fólk at drekka úr glasfløskum.
Bryggjaríið hevur gjørt íløgu upp á sjey milliónir krónur í nýggja tappimaskinu, sum m. a. eisini hevur møguleika at at gera »Ring Crown« proppar, sum teir kallast.