Í dag byrjar rættarmálið móti fyritøkuni, sum Javnstøðunevndin meldaði fyri brot á javnstøðulógina.
Fyritøkan søkti í síni starvslýsing eftir einum manni til goymsluna, men hetta fall ikki í góða jørð hjá Javnstøðunevndini. Nevndin setti seg í samband við fyritøkuna og ávaraði um, at lýsingin ikki leyk treytirnar í javnstøðulógini, men stutt seinni søkti fyritøkan enn einaferð við somu starvslýsing.
Tað fekk bikarið hjá Javnstøðunevndini at flóta yvir og fyritøkan bleiv meldað til løgregluna fyri brot á javnstøðulógina.
Málið er til viðgerð í Føroya rætti í dag.