Spyrja løgmálaráðharran um skrásett parlag

Er skrásett parliga í Danmark góðkent í Føroyum? Tað spyr LGBT Danmark, sum er felagið hjá samkyndum og tvíkyndum í Danmark. Felagið vendi sær til Ríkisumboðsmannin, fyri at fáa greiði á, um skrásett parlag í Danmark verður góðkent í Føroyum, um parið ger av at flyta til Føroya.

Tað skrivar felagið á síni heimasíðu.

Ríkisumboðsmaðurin metti seg tó ikki verða føran fyri at svara spurninginum, og hevur tí sent spurningin víðari til danska løgmálaráðið.

Felagið sigur, at tey enn ikki hava fingið nakað ítøkiligt svar frá løgmálaráðnum, men bert eina upplýsing um, at skrásett parlag ikki er í gildi í Føroyum.

Tí hevur felagið nú vent sær til danska løgmálaráðharran, í eini roynd at fáa svar upp á spurningin.