Í síðstu viku bórust tíðindini, at íslendingar høvdu staðfest vandamikla VHS-virusið í rognkelsi, ið millum annað verður útflutt til føroysk alifeløg. Rognkelsi verður millum annað brúkt í stríðnum hjá alifyritøkum móti laksalús, og tí er staðfestingin av VHS-virusinum uttan iva eitt bakkast hjá teimum.
Tað kemst ikki uttanum, at alifyritøkurnar hava stóran búskaparligan týdning fyri føroyska samfelagið, so tað er ikki óvæntað, at íkomna støðan nú verður reist á tingi.
Tað er tingmaðurin Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, ið hevur reist málið á tingi við einum §52a fyrispurningi til landsstýrismannin í vinnu- og uttanríkismálum, Poul Michelsen.
Í fyrispurninginum vil tingmaðurin fáa greiða á, hvussu nógv rognkelsi føroyingar hava innflutt úr Íslandi, um talan er um tað rognkelsi, ið er fongt við VHS-virusinum, og um hvørji stig verða tikin, fyri at avmarka smittuútbreiðsluna í Føroyum.
Harnæst vísir tingmaðurin á, at tað ber til at fiska rognkelsi í Føroyum, og vil spyr tískil landsstýrismannin, um hvørji møguleikarnir eru at fara undir føroyska aling av rognkelsi, heldur enn at innflyta tað aðrastaðni frá.