Spyr um ergoterapeutiskt tilboð til børn

Bergtóra H. Joensen hevur nú sett Aksel V. Johannesen ein grein 52 spurning um ergoterapeutisk tilboð til børn, og heldur harvið lív í kjakinum á hesum týðandi spurning. ? Hvørji ergoterapeutisk tilboð eru nú til tey børn, sum hava havt gagn av einasta barnaergorterapeutiska í tilboðnum í Føroyum?

? Hevur landsstýrismaðurin nakrar ítøkiligar ætlanir á barnaergoterapeutiska økinum?

? Um ja, nær gerast tær veruleiki?

? Á hvønn hátt ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tann sergreinin og servitanin, sum barnaergoterapi er, ikki hvørvur?

Vit mugu nú sanna, at 100-tals børn sum hava havt gagn av ergoterapeutiskari viðgerð, tykjast slept upp á fjall.

Enn er ikki eydnast at gera ein sáttmála millum Heilsutrygd og Ergoterapeutfelagið. Staðfest er nú eisini, at einasta barnaergoterapeutiska tilboðið í Føroyum letur aftur.

Vit hava ikki serstovnar til hesi børn og ergoterapi var eitt av sera fáum viðgerðartilboðum til júst hesi børn. Í løtuni er líkt til, at hesi børnini missa eitt av fáu viðgerðartilboðunum vit hava.

Børnini sum higartil hava havt gagn av ergoterapeutiskari viðgerð er eru serliga børn sum:

? eru spastisk lamin

? eru fjølbrekað

? hava Downs Syndrom

? hava sansaintegratiónstrupulleikar: eru t.d. órólig, aggressiv, hyperaktiv, inniloka

? hava niðursettan munn ?og andlitsmotorikk

Barnaergoterapi er eitt sergreinaøki, sum ergoterapeutar fáa førleika til eftir drúgvar royndir, skeið, lesnað og vitan frá serfrøðingum. Vandi er nú fari, at henda servitanin verður spjødd í allar ættir ? ein stórur missur fyri børn, familjur teirra og fakligu førleikarnar hjá ergoterapeutunum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen í viðmerkingunum.