Spyr løgmann um óhugnaligan veruleika

Skulu Føroyar fordøma ræðuleikarnar í Miðeystri?


Ætlar løgmaður at fordøma ræðuleikarnar í Miðeystri?

Tað er ein spurningur, Bjarni Djurholm, tingmaður nú vil hava løgmann at svara.

 

Hann spyr, hvørja støðu løgmaður og landsstýrið til ræðuleikarnar í Miðeystri og um hann ætlar at fordøma tað alment, sum fer fram.

 

Bjarni Djurholm staðfestir, at løgmaður ger javnan vart við síni sjónarmið, tá ræður um at senda samhugaboð burtur í heim.

 

Men hví hava løgmaður og landsstýrið ikki eisini fordømt ráu avrættingarnar av vesturlendskum tíðinda- og hjálparfólkum, framdar av IS, spyr hann.

 

Hann spyr eisini um løgmaður og landsstýrið undir við vesturlendsku sameindu, sum nú hava boðað frá, at IS skal beinast av vegnum med alla.

 

Bjarni Djurholm vísir á, at hóast løgmaður og landsstýrið hava havt vaksandi uttanríkispolitiskan leiklut í hesum samgonguskeiðnum, hevur løgmaður ikki havt nakra almenna støðu til tað, hann kallar tann óhugnaliga veruleikan í Miðeystri.

 

- Síðani sokallaða arabiska várið tók dik á seg fyri fáum árum síðani, hevur gongdin víst, at fleiri harðræði eru endað í sonnum ruðuleika og menniskjaligum ræðuleikum.

 

- Burturúr hesum ræðuleikum er sprottið kanska mest rái felagsskapur nakrantíð, Islamic State, IS, og slóðin av hesum islamiska ræðslufelagsskapi er ræðandi, har forfylging, dráp og útreinsan er gerandiskostur fyri hundraðtúsundtals fólk.

 

- Serstakliga hevur forfylgingin rakt kristnu minnilutarnar í økinum. Eisini aðrir minnilutar, sum t.d. yazidi fólkið, eru sera hart raktir. Píning, neyðtøkur, dráp og søla av ungum gentum er gerandiskostur.

- Og í seinastuni hava vit sæð markleysar ræðuleikar fyri opnum skíggja, har vesturlendsk tíðinda- og hjálparfólk verða skorin á háls og avhøvdað fyri rullandi upptøkutólum.

 

Men Bjarni Djurholm heldur, at tá ið tað ræður um kúganina og jagstranina av kristnu minnilutunum í Miðeystri hoyrist sjáldsama lítið frá vesturlendsku miðlunum og leiðarunum.

 

- Spurningurin er, um politiska korrektheitin og tøgnin ikki gera okkum samsek í ræðuleikunum, sum eru gerandiskostur fyri so mong í stórum parti av Miðeystri.