Spyr hvat Sirið Stenberg ætlar at gera við tey heimleysu

Tað verður neyðugt at hava eina ætlan fyri at koma trupulleikanum til lívs, sigur løgtingskvinna

Hvat ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, at gera við tey heimleysu í Føroyum.

 

Tað vil partakvinna hennara, Hervør Pálsdóttir, hava at vita frá landsstýriskvinnuni. Hon vil eisini hava at vita um ætlanin er at fáa hagtøl yvir heimloysi í Føroyum.

 

Í gjár kom tað fram, at øll kømrini, sum eru á teimum báðum herbergunum vóru upptikin mest sum hvønn dag í fjør.

 

Les meiri her: Hava ikki pláss fyri fleiri heimleysum í Havn og í Klaksvík

 

Hervør Pálsdóttir vísir eisini á, at novembur var Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum í Havn, eisini í útvarpinum og har greiddi hann frá, at alsamt fleiri ung í 20’unum gista á Herberginum. Hesi ungu hava oftani havt tilknýti til Kriminalforsorgina og/ella Psykiatriska depilin.

 

– Fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs er neyðugt at hava eina heildarætlan fyri, hvussu vit skulu basa heimloysi í Føroyum, sigur Hervør Pálsdóttir.