Málið um BankNordik, sum skal hava forða fyri, at rakstrargøgn hjá Fiskavirking vórðu leigað út, er nú reist politiskt.
Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmaður, hevur sett Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum ein grein 52 fyrispurning um handfaringina hjá BankNordik í málinum um leigu av rakstrargøgnunum hjá Fiskavirkingarsamtakinum.
Tórbjørn Jacobsen spyr, um tað ein veruleiki, sum kann staðfestast ítøkiliga, at BankNordik, sum ein av veðhavarunum í trotabúnum, beint eftir at konsernin var latin skiftirættinum mælti bústjórunum til í mest møguligan mun at halda virkseminum gangandi, m.a. umvegis eitt møguligt leigumál?
Eisini spyr hann, um tað er ein veruleiki, at BankNordik, sum einasti av fleiri veðhavarum, í vikuni noktaði fyri at eitt leigumál, sum undirskrivaður sáttmáli var gjørdur um í seinastu viku, ikki kundi fremjast í verki?
Løgtinsmaðurin sigur, at um svarið er játtandi, og Útvarpið annars er eftirfarandi, hvør er so orsøkin til hetta fullkomna umskiftið, í bankans vinnupolitikki, í hesum máli, spyr hann Jóannes Eidesgaard.
Hann setir eisini fíggjarmálaráðharranum hesar spurningar:
- Kann tað vera soleiðis, at BankNordik ikki er sinnaður at leiga gøgnini til júst hesar aktørarnar, sum bústjórarnir annars hava hildið verið nóg dyggar, táið báðir partar hava skrivað undir sáttmálan?
- Veit landsstýrismaðurin um onkur annar aktørur hevði staðið betri í ljósinum hjá BankNordik, og trekin í mun til vrakaða sáttmálan hava nakað við aðra vinnulívsfígging í Føroyum at gera?
- Hvussu stórur er samlaði váðin hjá BankNordik í gøgnunum, sum nú eru tikin upp til trotabúarviðgerð?
- Hvat heldur landsstýrismaðurin um tað, at bankin, sum tað almenna eigur ein triðing av, á henda hátt forðar fyri, at hetta stóra vinnutólið fer í gongd aftur í fyrstu atløgu umvegis eitt leigumál, sum bústjórarnir hildu vera í lagi?
Í viðmerking til hesar spurningar sigur Tórbjørn Jacobsen, at tað eru út við tveir mánaðir síðani, at ?Fiskavirkingarsamtakið? varð latið skiftirættinum at greiða. Síðani tá hava fiskavirkini í konsernuni verið stongd og flestu skipini ligið við bryggju, skipini í Faroe Fish 1 tó undantikin, hóast verkbannið eisini hevur lagt tey lamin.
- Sjálvsagt er, at tað hevur djúptøknar avleiðingar fyri samfelagið, at ein so stórur aktørur í høvuðsvinnuni gevur skarvin yvir, og givið er, at hetta hevur serliga stórar avleiðingar fyri tey økini í samfelagnum, har viðkomandi felag/feløg hava havt dastið av sínum virksemi. Eitt nú er økið í syðru helvt av Eysturoynni serliga meint rakt av virkisloysi orsakað av hesum. Bara í hesum økinum eru eini 300 fólk ? manningar og verkafólk ? vinnuleys í kjalarslóðini av tí at virkir og skip eru farin til trotabúarviðgerð, sigur hann.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at fjølmiðlarnir fleiri ferðir hava borið tíðindi frá bústjórunum um, at leiguavtalur eruy gjørdar um virki og skip. Sáttmálin var tó treytaður av góðkenning frá kreditorum, og her er tað - sambært útvarpinum - at BankNordik hevur vrakað sáttmálan. Hetta heldur tingmaðurin vera í andsøgn til ta-, sum hevur hevur verið ætlanin, tí bústjórarnir søgdu frá byrjan, stuðlaðir av veðhavarum sum Realinum og BankNordik, at ætlanin var at leiga gøgnini út fyri at virksemi í mestan mun kundi halda fram.
Tórbjørn Jacobsen vil tí hava fíggjarmálaráðharran, sum størsta partaeigara í bankanum, at greiða frá, hví BankNordik setur seg ímóti, at gongd aftur fæst í vinnutólini, sum hava ligið lamin síðani ?Fiskavirkingarsamtakið? varð latið skiftirættinum vegna trot.