Spurninur til Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg

   

Bæði í úrvarpinum, í sjónvarpinum og í bløðunum hoyra vit um eldraøkið, sum skal leggjast út til kommunurnar at umsita. Eg vil við hesum stutta skrivi, spyrja tykkum báðar, hví so er?
Kunnu tit geva okkum borgarum eina góða grundgeving fyri, hví eldraøkið skal út á kommunurnar?
Hví hetta landsmál skal útflýggjast? Verður tað betri fyri okkum borgarar? Ella, er tað bíligari fyri landið? Ella, er tað tí landskassin manglar tær 300 milliónirnar, sum blokkurin varð skerdur, og tí ikki hevur ráð til vælferðarsamfelagið longur? Ella skal skerdi blokkurin sparast innaftur á eldraøkinum?
Vit boragara mangla eina gjølla grundgeving frá tykkum.
Vit tíma ikki longur at hoyra um tungu almennu økini, sum eina hóttan úr Tinganesi.Tíma ikki longur at hoyra um møguligar kommunusamanleggingar, tí kommunirnar eru ov smáar til umstingarligu byrðuna, sum tær møguliga skulu hava.
Hvar eru hugsjónirnar vórðnar av?
Hví leggja eldraøkið út?
Gott hevði verið, at fingið eitt gjølla svar!
Tað verður tosað ov nógv um støddina av møguligu kommununu, og ov lítið um politisku hugsjónina, hví almenn væl umsitin øki, skulu tú á kommunirnar!
Tað er tí ein skeiv og ræðandi gongd!