Spurningurin um Sølva er svaraður

Dagsskráirnar eru ikki heilt tær somu í grannauppgerðini millum NSÍ og Víking

Klokkan 18 verður grannauppgerð við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av Víkingi.

 

Víkingur er næstovast á stigatalvuni, og Víkingur spælir fyrst og fremst fyri at vinna silvurkónurnar. Sum tað sær út í løtuni, so er møguleikin góður fyri, at Víkingur fer at vinna sær pláss í Europa næsta summar.

 

Hjá NSÍ hevur úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar verið tvey stig tilsaman. 1-1 í Fuglafirði var vónbrot. Tá varð Allan K. Jepsen sagdur úr venjarastarvinum. Bill Jacobsen og NSÍ megnaðu síðsta sunnudag 1-1 á útivølli ímóti B36. Tað varð roknað at vera gott úrslit.

 

Sunnudagin tapti Víkingur 3-0 í Klaksvík. Víkingarnir hóttu ongantíð KÍ, og tað varð staðfest, at Víkingur er í øðrvísi útgávu, tá ið Sølvi Vatnhamar er á vøllinum, og tá ið hann ikki er á vøllinum. Í Klaksvík var hann ikki á vøllinum, og nú er tað sambært góðum keldum í Víkingi greitt, at Sølvi Vatnhamar heldur ikki í kvøld verður á liðnum.

 

Sølvi er vøddaskaddur, og hann hevur ikki vant saman við liðfeløgunum í næstan tvær vikur.

 

Ari Olsen og Finnur Justinussen hava báðir slitið krossbandið, og tað er ivasamt, um teir fara at eiga nakran leiklut í ár.

 

Hjá NSÍ er málverjin Tórður Thomsen tøkur aftur eftir knæskaða. Pætur Turiðarson Skipanes er ikki við, tí hann hevur brotið hondina, og Búi Egilsson er vøddaskaddur