- Hýsuveiðan undir Føroyum var so lítil í fjør, at trupult er at byggja nakað vinnuligt uppá eina so lítla veiðinøgd, sigur formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símun Pætur Jacobsen, heldur ikki, at spurningurin um hýsu, sum bretskar handilsketur boykotta, er heilt so einfaldur, sum hann verður gjørdur til.
- Tað er ikki rætt, at vit slett ikki kunnu selja virkaða hýsu í Bretlandi, men tað er rætt, at føroyskir framleiðarar hava havt trupulleikar við hýsu. Tað er eisini rætt, at bretskar handilsketur ikki so fegnar vilja hava virkaða hýsu undan Føroyum, tí tær halda ikki, at veiðan er burðardygg. Tær vilja ikki koma í ringt ljós millum síni viðskiftafólk.
Símun Pætur Jacobsen vísir á, at ein annar stórur trupulleiki við hýsuni er, at nøgdirnar eru so smáar, at tað ber illa til hjá nøkrum framleiðara at leggja seg eftir virkaðum hýsuvørum.
- Stórir keyparar vænta tí heldur ikki, at teir kunnu fáa eina støðuga veiting úr Føroyum.
Símun P. Jacobsen tekur ikki dagar ímillum, hvat er rætt, og hvat er skeivt ? at selja óvirkaða í mun til virkaða hýsu av landinum, tí hetta er ikki hansara uppgáva sum formaður í Ráfiskakeyparafelagnum.
- Viðhvørt eru prísirnir so góðir á feskum heilum fiski, at framleiðsluvinnan á landi megnar ikki kappingina, og hetta kann snúgva seg um ymisk fiskasløg ? og ikki bara um hýsu. Men tosa vit um arbeiðsskapandi virksemi, leggur framleiðsla av okkara tilfeingi sjálvandi meiri eftir seg enn útflutningur av heilum fiski.
Símun P. Jacobsen er ikki so samdur í, at prísirnir á hýsu, sum er veidd undir Føroyum, eru so lágir, sum fiskimenn og skipaeigarar vilja vera við