Spurningurin er um tað ikki mest er symbolpolitikkur

Á ólavsøku sendi Aksel V. Johannesen løgmaður eitt uppskot til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar til almennar hoyringar. Sostatt hevur hvør einstakur borgari í Føroyum møguleikan at gera viðmerkingar til lógina, ið skal vera grundarlag fyri restina av føroyska lógarverkinum.


Eitt av málunum, ið hevur verið nógv at hoyra um, er staðfestingin, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta er nýtt í lógini, men sambært Hans Andrias Sølvará, ið er dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum, so nýtist tað ikki at hava so stóran týdning.


- Hetta er tað nýggja í stjórnarskipanini, og staðfestir at rættin at taka fullveldi liggur í Føroyum. Men spurningurin er, um tað ikki mest er symbolpolitikkur. Danir hava í longri tíð sagt, at um føroyingar ynskja fullveldi, so fáa teir fullveldi, hóast tað formelt er ein avgerð, ið liggur í Danmark, sigur Hans Andrias Sølvará, men leggur afturat.


- Tó so, ein breið semja í Føroyum um tey politiskt umstríddu viðurskiftini við Danmark kundi í sjálvum sær havt stóran politiskan týdning fyri ikki minst føroyskan innanríkispolitikk.


Til ber at lesa meira um hugsanina hjá Hans Andriasi Sølvará í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.