Spurningurin er ikki hvat man velur, men at man velur

- men í Føroyum er tendensurin, at vit velja veruleikan frá

Regin Eikhólm
-----


Veruleikin er ideologiskt mest at rokna sum eitt fremmandorð í føroyskum. Typiskt fyrikomandi er tann serføroyska ideologiin ella hugmyndafrøðin, ið veksur upp í slokk uttan rót í veruleikanum, væl nørd av naivari nationalismu og átrúðnaðarligu treiskni, symboliserað við afturvendandi tulkingum av fólkaatkvøðuni í 1946 og glóðheita lava-kynsbótapottinum 266B. Til at halda øllum hesum í kók hava vit ideologiskt niðurbundnar journalistar, ið selektivt seta tað á breddan, sum best greinar teirra fatan. Einki við faktuellum samanberingum ella ymiskt vinklaðum sjónarmiðum.
Fólkaatkvøðuni í 1946
Í 1946 vóru fólk í Føroyum í einum fíggjarrúsi eftir okursinntjening frá krígnum, so ein fólkaatkvøða tá (14. sep.) var líka so sigandi sum at ber fram rúsnadi bønarorð í Mimir og vísa til tað sum de facto. Síðani 1996 hava føroyingar frælst kunna valt sær grønt føroyskt pass ella reytt danskt EU pass. Um 85% av øllum føroyingum hava í dag reyða passið og hava sostatt við hesum frælsa vali treytaleyst givið seg undir donsku grundlógina. Um føroyska stjórnmálauppskotið ikki liggur innan fyri donsku grundlógina koma 85% av føroyingum sostatt í eitt óheppið dialemma.
Glóðheiti lava-kynsbótapotturin 266B
Glóðheiti lava-kynsbótapotturin 266B kókaði framvegis nú fyrikomandi íslendski forsætisráðharrin Jóhann Sigurðardóttir og maki hennara Jónina Leósdóttir vóru á almennari vitjan í Føroyum. Jenis, sum er kendur fyri sítt átrúðnaðarliga treiskni, hevði ikki broytt fatan síðani heita debattin um 266B var til viðgerðar í Løgtinginum fyri fáum árum síðani og treyðugt kom ígjøgnum. Átrúnaligt treiskni foraði honum í at vísa kurteiskni. Men tá vit nú framhaldandi tíma at brúka tíð og pappír upp á eina einkisigandi 64 ára gamla fólkaatkvøðu frá 14. sep. 1946, er tað nokkso naivt at halda, at etisku / moralsku bylgjurnar longu nú skulu hava lagt seg í tí framhaldandi glóðheita lava-kynsbótapottinum 266B.
Treiska lyndi
Treiska lyndi hjá okkum føroyingum er ikki nakað nýtt, heldur ikki tá vit hava fínt besøk. Hvør minnist ikki tá ávísir persónar grundað politiskum treiskni ikki hava vilja heilsa vitjanda, eitt nú frá danska kongahúsinum. Hetta er eisini eitt val sum forar fyri at vísa gestunum kurteiskni og at javnmeta við tað hjá Jenisi. Hetta er sera harmuligt og óheppið fyri okkum, men tá tað er sagt, so er hetta eisini ein – um enn lítil – so tó eyðsýndur samleiki fyri partar av okkum.
Utopia
Kanska eru vit føroyingar ikki komnir longri enn í Utopia (1516) hjá Thomas More (1478-1535) eng. statsm. og filosoffur, har hann skrivar um eitt idealsamfelag sum var í ansøgn við veruleikan og har man boðaði frið og tolsemi.
Spurningurin er ikki hvat man velur, men at man velur, sigur Søren Kierkegaard (1813-55). Við at velja út frá ávísum premissum har veruleikin er íbúgvandi kunnu vit stýra bæði okkum sjálvum og landinum. Til tess at fáa hetta uppfylt er brúk fyri objektivum journalistum, ið heldur breitt upplýsa og útgreina enn einvegis stigmatisera.