Spurningur til kringvarpsstjóran viðvíkjandi kanning

Hóast vit fyri tíð síðan sendu almenna áheitan til Kringvarpið um at rætta mistakið, soleiðis, at morgunandaktin aftur bleiv endursend kl. 9:50 á morgni, hava vit einki frætt frá kringvarpsstjóranum

Sum grundgeving fyri broytingini førdi kringvarpsstjórin fram í Degi og Viku 27 januar, at ein kanning vísti, at helvtin av lurtarunum sløkti, tá tað kom til morgunandaktini kl. 9:50.

Tí hesir spurningar:

Nær var kanningin gjørd?

Hvør gjørdi kanningina?

Hvussu nógv vórðu spurd?

Í hvørjum aldursbólki vóru tey spurdu?

Hevur Kringvarpið, saman við rokningini til landsins pensionistar spurt hesar viðvíkjandi endursendingini av morgunandaktini?

Vit eru spent upp á at fáa spurningarnar svaraðar!

Loksins skal viðmerkjast, at okkara áskoðan framvegis er, at avgerðin hjá Kringvarpinum var illa umhugsað og uttan iva gongur ímóti ynskjunum hjá fleiri túsund av okkara pensionistum og avvarðandi teirra!

Óskiljandi um hesir 10 minuttir av eini skrá uppá 1440 minuttir um døgnið ikki kunnu broytast, tí onkur ikki vil “missa andlit”. Tað er ikki gott nokk! Vit kunnu jú øll mistaka okkum!

Hvat skilst, so skal Kringvarpið røkja eina sokallaða “Public service” uppgávu. Merkir tað ikki, at Kringvarpið skal virka “í fólksins tænastu”? Tá so fleiri túsund pensionistar og avvarðandi teirra ynskja sær hesar 10 minuttirnar aftur á skrá, vildi tað ikki verið fult í samljóð við eina góða “Public service”??