So seint sum í fyrradagin settu vit okkum í samband við borgarstjóran í Vági fyri at fregnast um, nær Ellis- og Røktarheimið í Vági verður tikið í brúk. Borgarstjórin hevði einki boð upp á hetta, tí einki er avgjørt í hesum máli, men vónaði, at avgerð verður tikin áðrenn 1. mars 2009.
Okkum kunnugt er framvegis bert eitt stórt hol vesturi við vatnið, sum hevur skapt manga øsing millum fólk.
Eg fari við hesum at spyrja Jákup Mikkelsen, nær arbeiðið, sum hann segði frá í dag, er byrjað.