Í farnu viku fekk Miðflokkurin fylgjandi spurning frá næmingum á Føroya handilsskúla, av tí at vit meta svarið at hava almennan áhuga, hava vit heitt á blaðið um at endurgeva tað.
Góðu tit báðir !
Taka vit spurningin um deyðarevsing fyrst, so er Miðflokkurin móti allari deyðarevsing- bæði av tilkomnum, t. e. føddum, og óføddum. Tað tilkemur ikki menniskjanum at taka ta lív, sum Skaparin í stórleika, vísdómi og kærleika sínum byrjar ? uttan mun til um viðkomandi hevur gjørt seg sekan í brotsverki, ella talan er um óseka barnið í móðurlívi. Ein og hvør okkara kann gera mistak, ynski Skaparans er tá at sleppa framat skaparverki sínum og mynda okkum av nýggjum ? uttan mun til um mistakið í manna eygum er lítisvert, ella um talan er um valdsgerð, sum í summum londum verður sektað við revsing til deyða.
Hvørt ár verða 50 ósek føroysk børn myrd í móðurlívi. Síggj tey fyri tykkum- ósek, fitt, hugagóð børn, sum um fáar mánaðir skulu fylla føroysku heimini, um fá ár fylla føroysku skúlarnar og um nøkur ár menna samfelag okkara sum pápar og mammur. Miskunnar-leyst verða tey rivin úr tryggasta umhvørvi, ið hugsast kann- lívmóður mammu sínar. Nógv tey flestu verða tikin, tí foreldur ikki meta sosialu viðurskiftini at vera trygg nókk. Í staðin fyri at tryggja hesi sosialt, velur samfelag teirra at bjóða fosturtøku. T.v.s., at ístaðin fyri at loysa trupulleika foreldranna, bjóðar samfelag teirra seg til at straffa tann óseka- barnið- við at taka lív tess. Í veruleikanum er talan um ágang bæði móti foreldrum, sum tørva hjálp og ikki stein oman á byrðu, og barninum, sum einki skeivt hevur gjørt.
Vónandi verða tit báðir og felagar tykkara millum tey, sum skjótt ein dag fara at siga nei til slíkan yvirgang móti ósekum.