Spurningar til okkum øll

Menniskjan og teldan – hvat meinar serfrøðin
Hvat heldur læknaserfrøðin um ung fólk, serstakliga dreingir, sum spæla telduspøl fleiri tímar hvønn dag – hjá gentum er tað vanliga “chat” sum t.d. FaceBook? Er tað ikki ringt fyri heilsuna, bæði tí likamligu og tí sálarligu, at reaktivi parturin av heilanum í fleiri tímar hvønn dag koyrir við fullari ferð, meðan kroppurin situr mest sum pinnastillur? Er hendan ójavnvág av virkni millum heila og likam í lagi?
Royndir hjá foreldrum vísa, at børn í aldrinum uml. 4-12 ár verða bæði initiativleys og snarsint av at spæla telduspøl, Nintendo og tílík skerm-spøl. Mangan, tá børn eru koyrd út at spæla, eftir at hava spælt við skerm-spøl, vita tey als ikki, hvat tey skulu finna uppá (hetta sæst eisini hjá tannáringum). Onkuntíð finna tey sjálvsagt upp á okkurt, spæla fótbólt, krógva og blunda o.t., men alt ov ofta fara tey bert út fyri at fáa loyvi at koma inn aftur at spæla víðari við hesi skerm-spøl. Hesum havi eg royndir av við mínum børnum, eins og eg havi hoyrt somu hjartasuff frá næstan øllum foreldrum, sum eg havi tosað við um hetta; og tey eru nógv. Hvat halda foreldur, lærarar og sosiologar um hetta?
Onkur spyr óivað: Jamen hví skal hetta rópast ein trupuleiki? Tá tú sært fantasiloysi og initiativloysi í børnunum hjá tær annan hvønn dag ella meira, so er orsøk til at spyrja hvørji árin kunnu standast av hesum næstan katatoniska atburði hjá okkara børnum og ungdómi, sum ongantíð áður er sæddur í søgu menniskjans. Eisini er talan um ung vaksin, uml. 18-22 ár, sum spæla telduspøl næstan alla sína frítíð, heldur enn at nøra ein hvønn áhuga ella nøra eitt hvørt forvitni. Hvussu skal framtíðin verða skapt og ment? Hvussu verður almenna vitanin? Bert viðkomandi vitan fyri yrkisleiðini tykist at vera vird fyri mong ung. Forvitni, nýhugsan, áræði og virkisandi tykist vera minkandi. Eisini hava nogvir næmingar rættiliga vánalig bindindi til at arbeiða við eini ástøðiligari uppgávu. Spurningurin er hví so er. Um tað kann vera zap-mentanin: skjótu skiftini millum sjónvarpsrásir, stuttu prátini á netinum og fartelefonini, skjótu og stuttu vitjanirnar á ymisku heimasíðunum o.s.fr. Eigur slíkt ikki at verða tikið í ávísum álvara og tikið upp til kjak? Hvat halda politikarar og samfelagsfrøðingar um hetta?

Les fjølbroytt og fá eitt sunt sinn
Vit hava mangan hoyrt læknar siga “etið fjølbroytt”, tá spurningurin um kost hevur verið frammið. Eg haldi, at hetta sanniliga eisini kann nýtast um okkara intelligens og medvit: Les fjølbroytt og leita fram fjølbroytta upplýsing, so tú fært breiða vitan og sostatt eitt sunt sinn. Ljóðar hetta ikki sum logikkur? Um tú vilt renna eina marathon, mást tú venja nógv; og venjingin er sjálvandi nógv renning. Um vit ynskja eitt vitanarsamfelag – gløggar borgarar, ið m.a. velja gløgt fólk á ting – er tað tá ikki upplagt at tosa meira og jaligari um vitan, og krevja størri politisk átøk til frama fyri fleiri útbúgvingarmøguleikar og betri dygd á skúlaøkinum sum heild? KVF er við at liva upp til sítt heiti og ábyrgd sum “public service” við sendingum sum Perspektiv, Skannarin, Eygsjón, Filosoffarnir, Álvaratos o.a.
Vit tosa nógv um likamliga heilsu. Vit skulu eta sunt og renna, svimja ella røra okkum á annan hátt, fyri at hava sunt likam, men vit tykjast ikki at vera serstakliga áhugagið í at gerast vitugari, klókari og víðka okkara sjónarring og sostatt gerast betri – betri til okkara yrki, men eisini betri sum menniskju og samfelagsborgarar, og vera kveikjarar og fyrimyndir fyri okkara børn.

Lærdómur byrjar heima
Tað er í lagi at tosa við matarborðið. Tað er hóast alt har, vit øll eru savnaði saman um nakað gott og hava møguleika at tosa saman og verða hoyrd – lurta, læra og luttaka. Aftan á døgurðan spjaðast vit í allar ættir. Við døgurðaborðið havi eg, sum smádrongur, hoyrt nógv áhugavert og kveikjandi, eisini okkurt stuttligt, og royni eg nú sjálvur at upplýsa og kveikja míni børn, og tey fáa høvi at siga sína hugsan og greiða frá onkrum, sum tey hava gjørt ella upplivað. Lærdómur byrjar hóast alt í heiminum, síðan kemur skúlin við í lærdómsleikin. At verða kallað/ur nørd ella strembari eigur ikki longur at vera nakað ringt ella keðiligt, tvørturímóti, tað eigur at vera sæð sum rós.
Hevur tað størri týdning at læra børnini at sita still og ikki at tosa við mat í munninum, enn tað hevur at tosa við børnini, læra og upplýsa tey? Tað kemst ikki av ongum, at lívið uttan fyri lærustovnarnar verður ikki kallað “lívsins skúli”. Hvat lívsins skúli borðreiður við fyri børnini er í stóran mun ábyrgdin hjá foreldrunum, ikki so?

Ein lítil niðurstøða
Vit eru sjálv okkara bestu kritikarar, men tað krevur eitt greitt ynski um bata viðvíkjandi upplýsing og vitan. Eisini eiga vit at hava eitt vælmeinandi vaki eyga við okkara kæru eins og okkara medborgarar, soleiðis, at vit øll síggja hvør tørvur er til frama fyri vitanarsamfelagið og tess borgarar.