Nú er væl fráliðið síðan vit hoyrdu nakað um yvirtøkuna av politinum, tí kundi eg hugsað mær alment svar upp á nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.
Hvussu gongur við arbeiðnum í yvirtøkunevndini?
Kann Høgni Hoydal vátta, at arbeiðið gongur sera seint, og at tað veruliga eru trupulleikar, sum eru orsøkin?
Um eingir trupulleikar eru, hví gongur tað so seint við at fáa nakað meiri at vita?
Um trupulleikar eru, kunnu vit fáa hesar trupulleikar lýstar gjøllari?
Er tað nakað í tí, at føroysku embætismenninir veruliga hava ásannað, at yvirtøkan er nógvar ferðir meiri umfatandi enn teir høvdu droymt um?
Er tað so, at embætismenninir hava ásannað, at tað ikki ber til at skilja politi og ákærumynduleika sundur, men heldur hava valt at kanna møguleikarnar við somu skipan, sum vit hava í dag?
Hvussu nógv hevur kanningin kostað skattaborgaranum higartil?
Nú hava vit eisini hoyrt um uttanríkisnevndina, sum skal mannast við føroyskum og donsku embætismonnum.
Høgni Hoydal sigur, at vit eiga at gera arbeiðssetningin.
Vil tað siga, at sami yvirtøkuruðuleiki skal valda í hesi nevnd, sum í nevndini, sum er sett at kanna yvirtøkuna av politinum?