1-leikvøllir
Bæði Manchester og Liverpool finna vit nakrar av kendastu leikvøllunum í heiminum. Men:
1)Hvussu eitur heimavøllurin hjá Manchester United?
Old Trafford
2)Hvussu eitur heimavøllurin hjá Liverpool?
Anfield Road
3)Hvussu eitur parturin av heimavøllinum hjá Liverpool, har mest trúføstu áskoðararnir vanliga standa?
The Kop
2-skotar
Skotar hava átt sín stóra lut í góðu úrslitunum hjá Manchester United og Liverpool. Í dag skulu vit hava nøvnini á trimum teirra:
1)Hvør var skotin, sum í seksti-árunum reisti Liverpool FC, og fram um aðrar legði lunnar undir stórtíðina?
Bill Shankley
2)Ein annar skoti var eisini tann, sum í fimti- og seksti árunum gjørdi Manchester til kanska kendasta felagið í heiminum. Hvør var hesin venjarin, sum eftir vanlukkuna í 1958 mátti byggja eitt mest sum nýtt lið upp?
Matt Busby
3)Verandi venjarin hjá Manchester United er ein av teimum mest vinnandi nakrantíð í enskum fótbólti. Eisini hann er skoti, men hvat er navnið?
Alex Ferguson
3-venjarar
Hesaferð snúgva spurningarnir seg um venjarar, sum hava ella hava havt sína gongd í teimum báðum stórfeløgunum.
1)Ein fyrrverandi tekniskur stjóri hjá franska landsliðnum fekk í summar sekkin í Liverpool. Hvussu eitur fraklendingurin?
Gerard Houllier
2)Fyri fyrstu ferð nakran tíð hevur Liverpool í ár ein spanskan venjara: Hvør er hesin?
Rafael Benitez
3)Ein væl lýddur portugisiskur venjari er í aftur hjálparvenjari hjá Manchester United, eftir at hann í fjør stóð á odda fyri sjálvum Real Madrid. Hvør er hesin?
Carlos Quiroz
4-7?arar í Manchester
Troyggjan við 7-talinum hjá Manchester United verður í dag borin av unga Christiano Ronaldo. Og hann er væl vitandi um trýstið, sum fylgir við hesari, tí júst 7-talið plagar í Manchester at fylgja teimum stóru stjørnunum.
1)Hvør er fraklendingurin, sum í 1992 kom til Manchester United, og sum har gjørdist heilt stóra hetjan á liðnum, sum førdi felagið inn í eina nýggja gulløld?
Eric Cantona
2)Í síni tíð varð hann dýrasti leikarin í bretskum fótbólti, og í fleiri ár var hann liðskapari fyri bæði Manchester United og Ongland. Hvør er miðvallarstríðsmaðurin, sum í 1981 kom til Manchester United úr West Bromwich Albion í 1980.
Bryan Robson
3)Kanska størsta fótbóltsidolið í heiminum í dag, hevur eisini borið reyðu troyggjuna við 7-talinum. Hvør er leikarin, sum í dag hevur nummar 23 í Real Madrid?
David Beckham
5-danir
Danir hava í nógv ár verið partur av stríðnum millum Manchester og Liverpool. Hesaferð skulu nøvnini á trimum teirra finnast
1)Hvat er navnið á danska málverjanum hjá Manchester United, sum í 90?unum varð mettur sum ein av heimsins bestu málverjum?
Peter Schmeichel
2)Ein fyrrverandi miðvallarkempa hjá Liverpool var fyri tveimum árum síðani venjari hjá Julian Johnsson í Hull. Hvussu æt stóri danin?
Jan Mølby
3)Fyrsti danin í Manchester United var ein lítil vinstrabeintur driblari, sum varð keyptur stutt eftir, at hann í 1981 hevði javnað til 2-2, tá Danmark leikti móti Onglandi í HM-undankappingini. Hvør var hesin?
Jesper Olsen
6-Málskjúttar í Liverpool
Liverpool hevur í mong, mong ár átt nakrar av vandamestu álopsleikarunum í enskum fótbólti, og í dag skulu vit hava nøvnini á trimum teirra.
1)Við ikki færri enn 346 málum fyri besta liðið, er hesin walisin tann mest skorandi nakrantíð fyri Liverpool. Hvør er maðurin, sum eisini hevur roynt at skora móti Føroyum?
Ian Rush
2)Størsta álopsstjørnan hjá Liverpool seinnu árini er eisini yngsti málskjúttin í søguni hjá felagnum. Hvør er leiakrin, sum um vikuskiftið skrivaði undir sáttmála við sáttmála við Real Madrid, har hann fer at hava nummar 11 á bakinum?
Michael Owen
3)Ein av størstu hetjunum í Liverpool nakrantíð, var hesin skotski álopsleikarin. Umframt at vera leikari, var hann í 1985-91 venjari í felagnum. Hvør er leikarin, sum í 511 dystum skeyt 172 mál fyri Liverpool?
Kenny Dalglish
7-Verjukempur
Ofta eru tað málskjúttarnir, sum eru stóru hetjurnar, men verjuleikararnir hava ofta ein minst líka týdningarmiklan leiklut. Hesa ferð eru tað tríggir av teimum heilst stóru verjukempunum, sum vit vilja hava nøvnini á.
1)Hóast hann ofta varð útskeldaður, er hesin leikarin helst ein av stinnastu verjuleikarunum í søguni hjá Liverpool. Í alt gjørdist talan um 648 dystir í Liverpool og 50 landsdystir fyri Ongland. Hvør var leikarin, sum varð eyknevndur "concorde", og sum eisini slapp at royna seg sum hjálparvenjari hjá enska landsliðnum.
Phil Neal
(Her skylda vit lesarunum ? og serliga Liverpool-fjepparum ? eina umbering. Dystartalið og tað at verða útskeldaður, svarar til Phil Neal, men »the Concorde« á Liverpool liðnum var Phil Thompson. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar)
2)Á Manchester United liðnum var hesin stóri bretin ein sannur risi í verjuni seinna partin av 80?unum og fyrrapartin av 90?unum. Hvør var bretski landsliðsleikarin, sum saman við Steve Bruce var álitið í verjuni framman fyri Peter Schmeichel.
Gary Pallister
3)Á verandi liðnum hjá Liverpool er ein av hornasteinunum liðskiparin á finska landsliðnum. Hvussu eitur hesin sterki verjuspælarin, sum fá kendu, tá hann fyri trimum árum síðani kom til Liverpool?
Sami Hyypia
8-driblingar á kantinum
Teir eru leikararnir, sum fólkið elskar at síggja. Klassisku bretsku vongspælararnir, sum við driblingum og fintum lyfta fótbóltin upp á listarligt støði. Tríggjar av teimum skulu vit finna fram til í dag.
1)Norðurírski driblikongurin, sum av mongum verður mettur sum størsta talentið í alheims fótbóltssøguni. Tíverri fyri fótbóltin dugdi hann sær ikki nóg væl hógv uttan fyri fótbóltsvøllin, og seinastu mongu árini hevur tað mest verið fyri rúsdrekkatrupulleikar sínar, at hann hevur prýtt forsíðurnar.
George Best
2)Hóast hann ofta leikti mitt fyri, so megnaði hesin myrki vongspælarin sum fáur at senda mótstøðumenn til viks, tá farast skuldi fram eftir vøllinum. Sparkiteknikkurin var framúr, og ofta sendi hann eisini fríspørk beinleiðis í kassan. Hvør er leikarin, sum kom til Liverpool úr Watford, og sum seinni royndi seg sum leikari í Newcastle saman við t.d. Ian Rush?
John Barnes
3)Á Manchester-liðnum í dag er tað hesin leikarin, sum hevur dystarmetið. Hóast hann framvegis bara er 30 ára gamal, hevur hann í eini 12-13 ár verið roknaður sum ein av bestu vongspælarunum í Stórabretlandi. Bert spell, at tað ikki hevur eydnast honum og walisisku landsmonnunum at spæla seg fram til nakað endaspæl fyri landslið.
Ryan Giggs
9-Sigrar
Manchester United og Liverpool eru mest vinnandi feløgini í enskum fótbólti
1)Liverpool er felagið, sum oftast hevur verið enskur meistari. Men hvussu ofta?
18 ferðir
2)Manchester United er hinvegin felagið við flestu FA-Cup sigrunum. Hvussu ofta hevur Manchester United vunnið ensku steypakappingina?
11 ferðir
3)Og eisini í Europa-Cup fyri meistaralið hava bæði feløgini gjørt um seg. Her hevur Liverpool verið eitt sindur drúgvari, men hvussu ofta er stóra europeiska steypið endað á Anfield Road?
4 ferðir
10-vanlukkur
Umframt glæsisligu sigrarnar, so hava bæði Manchester United og Liverpool havt sínar vanlukkur.
1)Á hvørjum leikvølli var vanlukkan, sum kravdi 89 mannalív, tá Liverpool og Nottingham Forest leiktu hálvfinalu í ensku steypakappingini?
Hillsborough
2)Nærum eitt heilt lið av framúr evnaríkum leikarum lat lív, tá flogfarið við Manchester United liðnum skuldi fara á flog í München. Men hvat ár hendi hetta?
1958
3)Ein dystur millum Liverpool og Juventus var í 1985 beinleiðis atvoldin til, at ensk feløg fingu drúgt bann frá europeiskum fótbólti. Men á hvørjum leikvølli fór Europa-Cup finalan fram tað árið?
1985