Spunavirkið í Klakksvík

Fyri eini 60-70 árum síðani var vanligt at hoyra gomul fólk taka soleiðis til, tá ið tey øtaðust um eitt hvørt, ið tey hildu vera heilt burturvið.”Hetta er ein himmalrópandi synd.” Júst hesin setningur rann mær til hugs, tá ið eg hevði lisið tað, íð Olga Biskupstøð hevði skrivað um Spunavirkið hjá Monu. Næsta hugarenslið var “Tí tey vita ikki, hvat tey gera”.

Nú fari eg at greiða eitt sindur frá hesum minnissvarða.
Spunavirkið hjá Monu er eitt føroyskt fornminnisverk uttan líka. Eitt lívsverk hjá eini megnarkvinnu.

Eg skal her geva eina frágreiðing, so at tit kanska fáa eyguni upp fyri, hvussu ómetaliga áhugavert hetta er.

Spunavirkið hjá Monu er einasta spunavirki í Føroyum, ið spunnið hevur høgra snúður, kanska tað einasta i øllum norðanlondum. Av tí, at vit í Føroyum hava tráðin á høgru hánd, tá ið vit binda, er hetta einasta rætta.

Um spuna kunnu vit lesa, at tá ið spunnið varð á snældu, varð snælduskaftið rullað niður eftur lærinum, tá ið spunnið varð og uppeftir, tá ið tvinnað varð.

Um fyrsta skotrokk, ið gjørdur varð í Føroyum, kunnu vit lesa í “Smáskriftum Varðans”. Páll á Nesi var fyrsti maður í Suðuroy, sum gjørdi hjólrokk (skotrokk); fyrr varð spunnið á handsnældu. Mirkjalla hevði hann til strong. Ein dagin kemur Ørðavíkarbóndin inn til Páls, sum hann stendur og spinnur. Bóndin heldur tað vera
“rárt” at síggja fólk standa og spinna; men Páll gremur seg um, at hann dugur ikki at fá spuningasnúður í. Tá sigur eitt býtt, ið situr hjá: “ Hví gert tú ikki kast á strongin?” Ja Káin signað!” segði Páll, “tað hevur verið gamalt orðatak:” tað býtta sigur ofta tað sannasta.” So gjørdi Páll kastið, vant tógvið saman og tvinnaði og spann, so sum tey spinna nú.

Nú skal eg koma aftur til spunasnúðurin: Tað eru tveir mátar at spinna uppá, vinstra - ella høgrasnúður, vanliga kallað S ella Z eftir miðlinjuni í bókstøvunum. Tá ið Páll ikki finnur rætta spunasnúðurin, er tað tí, at hann leitar eftir S-snúðrinum, ið hann fær við at koyra hondina niður eftir lærinum, tá, ið hann spinnur á handsnældu, ið er S. Fyri at Páll kann fáa rætta spunasnúðurin, má hann hava kast á stronginum, og fyri at fáa rætta tvinningarsnúðurin, má hann loysa strongin og tvinna uttan kast.

Tá ið spunavirkini komu, spunnu tey Z og tvinnaðu S. Tá var vanligt, at fólk søgdu heimasnúður um S spunnið og maskinspunnið um Z spunnað tógvið frá spunarvirkjunum. Eitt spunavirki undantikið, og tað var “ Norðoyar Spinnarí” hjá Monu Olsen. Har spunnu tey S og tvinnaðu Z. Um ivi er um, hvørt tað er S ella Z spunnið, um tógvið nú er tvinnað, er bert at leggja tógvið ímillum tummil og fremstafingur og rulla tummilin frá sær eftir fremstafingri. Fer snúðurin úr, er spunnið S, kemur meira snúður í er spunnið Z. Tvinningarsnúðurin er øvutur av spunasnúðrinum. Er tógvið eintáttað kemur sjálvandi meira snúður í, um spunnið er S. Í bókini Seyður-Ull-Tøting er meira at lesa um “Norðoya Spinnarí”.

Mona segði mær, at maskinurnar vóru gamlar, keyptar frá enskari verksmiðju. Tær vóru settar upp av serkønum fólki frá verksmiðjuni. Hægsta ynski hennara var at fáa heimasnúður í tógvið, og tað eyðnaðist. Sostatt er Spunavirkið í Klakksvík nakað heilt fyri seg.

Ein danskur verkfrøðingur var einaferð inni á spunavirkinum, tá segði hann við Monu: Hetta spunavirki má ikki leggjast niður, tí tí tað er nakað heilt serstakt, ið ikki hoyrir til tey vanligu.

Sum tit kunnu lesa, so er tað burtur í vón og viti at oyðileggja slík siðsøgulig fornminni. Ber ikki til hjá Norðoyggjunum at standa saman um slík virðir, mugu aðrir møguleikar finnast.

Tórshavn 4 febr. 2011.