Spunasmiðurin hjá Johnson í brennidepilinum

Spunasmiðurin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, er komin í brennidepilin, eftir at tað er komið undan kavi, at hann hevur brotið bretsku leiðreglurnar um at halda seg við hús.

Dominic Cummings, sum framvegis virkar sum ráðgevi hjá forsætisráðharranum, hevði eftir øllum at døma ferðast úr London til Durham, hóast hann hevði koronasjúkutekin, og hóast bretska stjórnin hevur boðað frá, at fólk skulu halda seg við hús.

Fleiri tinglimir í bretska tinginum - bæði frá Labour flokkinum og frá konservativa flokkinum, hava heitt á Cummings at siga seg úr starvi, men Cummings vil vera við, at hann tók øll neyðug fyrivarni á ferðini.

Cummings vil vera við, at endamálið við ferðini var tryggja, at sonur hansara hevði onkran at ansa eftir sær, tí at líkt var til, at kona hansara hevði fingið koronasmittuna.

Skrivstovan hjá forsætisráðharranum hevur boðað frá, at mett verður ikki, at Cummings hevur gjørt nakað galið.