Sproytaði serligar heilsanir til løgregluna og Paul Watson

Sunnunáttina fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur persónur hevði stuttleika sær við at sproyta grafitti á ymisk hús í Eysturbýnum.


- Viðkomandi hevði ikki bara sproytað grafitti á húsaveggir, men eisini á vindeygur og bilar, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Sum sæst á myndunum hjá myndamanni okkara, so er talan ikki um nakað serliga listaverk, men heldur endurspeglingar av hugburðinum hjá gerningsmanninum móti løgregluni, Paul Watson og øðrum.