Ein maður var í Føroya Rætti fríggjadagin dømdur ein viðgerðardóm fyri 3. oktober 2007 at hava sproyta salmiakkspiritus í andlitið á tveimum politistum.
Nakrar vikur framman undan, 12. september, vóru tveir politistat saman við einum lækna á gátt hjá manninum, eftir at systir hansara hevði heitt á lækna um at skipa so fyri, at maðurin kundi fáa sálarliga viðgerð.
Tað spældi eisini alt væl av, men tá so hesir báðir politistarnir skuldu flyta mannin út á psykiatrisku deild, var viðvent í holuni. Hóast politistarnir áhaldandi bankaðu á hurðina og góvu boð frá sær hvør teir vóru, vildi maðurin ikki lata teimum upp. Tað var akortini týðiligt, at fólk var inni, tí eitt vindeyga stóð upp á glopp, tá politiið fyrstu ferð kom til húsini, men tað varð latið aftur, tá politistarnir seinni royndu at fáa fatur á familju at lata teimum upp.
Har var kortini einki at gera, maðurin vildi ikki lata upp, so politistarnir sóu sær ongan annan møguleika, enn at ringja eftir einum lásasmiði. Hesin var skjótur á staðnum, og fór undir at dirka lásið upp.
Men áðrenn hann fekk gjørt seg lidnan, læt maðurin knappliga hurðina upp og tók seg síðani inn í íbúðina. Politistarnir fóru aftaná, men knappliga kom maðurin stórleypandi undan einum forhangi. Politistarnir gjørdust skakkir og hopaðu eftir hæli út í tún, har teir stillaðu seg hvør síni megin hurðini.
Maðurin hevði ein dunk av einum hvørjum slagi í hondini, og annar politisturin spurdi mannin, hvat tað var hann hevði í dunkinum, og hvat hann ætlaði við tí. Somuleiðis bað hann eisini mannin fleiri ferðir tveita dunkin frá sær.
Sproytaði í eyguni
Maðurin reageraði kortini ikki, men tá so annar politisturin tók nøkur kvik stig fram og ætlaði at taka dunkin frá manninum, sletti hann vætu úr dunkinum og beint í andlitið á politistinum.
Hann sproytaði í eyguni á mær, eg síggi einki, rópti politisturin sambært starvsfelagnum.
Hin politisturin traðkaði til og bendi vinstru hond á manninum aftur um bak, men tá sletti maðurin dunkin aftur um seg og rakti seinna politistin í andlitið.
Eg føldi, at tað var ógvuliga sterkt. Eg fekk tað á nøsina, í eyguni og í munnin, greiddi politisturin frá í rættinum.
Lásasmiðurin var framvegis til staðar, og hann førdi teir báðar politistarnar inn í eini hús hinumegin vegin, har annar fór á wc, meðan hin fór í køkin at skola eyguni. Á veg inn í húsini ringdu teir á støðina, og skjótt vóru fleiri politistar á staðnum.
Teir báðir skaddu vórðu síðani koyrdir á skaðastovuna, har teir fingu eyguni skolað út í hálvan annan tíma.
Bert hin eini politisturin var í rættinum fríggjadagin og vitnaði, hin lá sjúkur heima. Men politisturin, sum var í rættinum, kundi vátta, at hvørgin teirra høvdu fingið nakað varandi mein av hendingini.
Noktar seg sekan
Maðurin greiddi í rættinum frá, at hendan dagin vóru menn komnir at órógva seg. Hann noktaði fyri, at politistarnir høvdu sagt, at teir vóru politistar. Somuleiðis noktaði maðurin fyri, at hann skuldi havt sproytað salmiakkspiritus á politistarnar. Og hann meinti, at hann bara kundi havt rakt tann eina politistin, tí hin stóð so langt frá sær.
Harnæst meinti maðurin, at tað kundi ikki hava verið salmiakkspiritus í dunkinum, tí so hevði hann brent seg um ryggin. Hann meinti tí, at tað hevði bert verið vatn í dunkinum.
Somuleiðis vildi maðurin vera við, at politistarnir høvdu sproyta okkurt eftir sær, tí hann brendi seg í tummilin.
Maðurin er sálarliga sjúkur, og hann skuldsetir systir sína fyri at bora hol í veggin og og gassa seg, meðan hann heldur ikki dámar pápan, sum hann heldur forgiftar seg.
Hann hevði isolerað seg í kjallaraíbúðini, og klistra svart stoff fyri vindeyguni. Sjálvur greiddi maðurin frá, at hann bert ætlaði at stoyta salmiakkspiritus uttan fyri hurðina, so tað skuldi vera so »óbehagiligt« uttan fyri sum gjørligt, so fólk skuldi halda seg burtur.
Maðurin pástóð, at tann eini politisturin hevði verið og órógva hann fleiri ferðir áður, hugt inn gjøgnum vindeygað og gjørt ónáðir.
Maðurin er síðani mentalkannaður, og tann kanningin staðfesti, at maðurin var sinnissjúkur í gerningsløtuni, og at hann líður av paranoid skisofreni.
Maðurin var funnin sekur sambært ákæruritinum, men verður frífunnin fyri revsing. Hann skal ganga til viðgerð á psykiatrisku deild undir eftirliti av kriminalforsorgini. Somuleiðis skal maðurin rinda fyri sakarmálskostnaðin.