Sprintarin Rúni Jakobsen verður ikki við

OYGGJALEIKIR: Formaðurin fyri frælsa ítróttin í Føroyum má hugtungur staðfesta, at eitt av ungu talentunum ikki verður við í Gotlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið, sum var í SportBoxini á Rás2 við Hall Holm, formann í Frælsum Ítrótti í Føroyum.

 

Formaðurin í FÍF kom við harmuligu boðunum, at sprintarin, Rúni Jakobsen ikki sleppur at renna á 100 metrum á oyggjaleikum á hesum sinni. Hann hevur fingið ein skaða í ryggin, sum ger tað ómøguligt hjá honum at verða við.

 

Frælsi ítrótturin hevur vunnið Føroyum 18 heiðursmerki seinastu tríggjar oyggjaleikirnar, og Hallur Holm vónar, at tey kunnu hald fast í góðu gongdini.