Sum eina roynd verður í summar skipað fyri einum skeiði í frælsum ítrótti fyri ung, skrivar www.hvirlan.fo Málbólkurin er ung, sum hava hug at royna seg, uttan at skula velja ella frávelja nakað, sum ein kanska ongantíð hevur roynt áður.
Venjingin verður mikudagar kl 18-19 í juli og 18.30 - 19.30 í august og fyrst í septembur. Venjingin skiftur millum kastivøllin við Eysturskúlan og Frælsið.
Tá summarskráðin er liðug hava tey, sum hava verði við hvørja ferð roynt allar greinar tríggjar ferðir, og kunna tí, tá veturin nærkast, byrja at hugsa um hvørja grein ella greinar, tey helst vilja fokusera uppá. Venjingin verður skipað á tann hátt, at um nógv møta, so verður deilt upp í bólkar, sum so skiftast millum ymsu greinarnar. Ein venjari verður við hvørjum bólki.
Venjarar verða: Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard og Heri Ziska. Um nakar hevur spurningar kunna tey seta seg í samband við venjarnar.
Skráðin í summar er:
Dato Stað grein 1 grein 2 grein 3 grein 4
2/7 Kastibanin Diskuskast Hamarkast Medisinbóltvenjing
9/7 Frælsið Longdarlop Spjótkast Lopseriur Sprint
23/7 Frælsið Spjótkast Trýstøkk Lopseriur Sprint
30/7 Kastibanin Kúlustoyt Hamarkast Medisinbóltvenjing
6/8 Tórsbreyt* Longdarlop Diskuskast Kúlustoyt Sprint
13/8 Tórsbreyt* Hæddarlop Spjótkast Medisinbóltvenjing Hækk
20/8 Tórsbreyt* Trýstøkk Kúlustoyt Hæddarlop Sprint
27/8 Tórsbreyt* Longdarlop Hamarkast Medisinbóltvenjing Hækk
3/9 Tórsbreyt* Hæddarlop Diskuskast Trýstøkk Sprint
*venjing á Tórsbreyt er treytað av at økið er klárt til nýtslu.