Bruce Springsteen, ein av størstu rokk stjørnunum nakrantíð, leggur nú leiðina fram við Herning tann 8. juli í ár. Hetta verður fyrstu ferð at Springsteen framførir uttanfyri Keypmannahavn, og jútlendingar kunnu gleða seg til at síggja ?The Boss? framføra við sínum E Street bólki.
Springsteen framførdi í Keypmannahavn í summar, men hann hevur nú tikið avgerð um at fara enn eina ferð gjøgnum Evropa. Í Herning vil Springsteen eftir øllum at døma framføra løg av hansara nýggju fløgu ?Working on a Dream? ið kemur út á gøtuna í komandi viku.
Springsteen gjørdi veruliga vart við seg farna vikuskifti, tá hann framførdi fyri Barack Obama, tá Obama helt røðu frammanfyri Lincoln Memorial í Washington.
Atgongumerkjasølan til konsertina byrjar mánadagin 26. januar umvegis Billetlugen.