Spreydósin fer at hjálpa

Tað heldur føroyski dómaraleiðarin um nýggja amboðið hjá dómarunum.

Tað eftir hondini vælkenda spreyið, sum fótbóltsdómarar brúka kring heimin, kemur nú eisini til føroyskan fótbólt. Spreyið, sum bleiv væl kent eftir HM-endaspælið síðsta summar, hevur síðani verið partur fleiri heimligum kappingum umframt evropeiskum kappingum sum Europa League og Champions League.


FSF hevur tikið avgerð um, at spreydósin nú eisini verður partur av amboðunum hjá føroyskum fótbóltsdómarum. Spreyið varð roynt í Stórsteypadystinum í gjár og verður annars tikið alment í nýtslu 1. umfar í Effodeildini komandi sunnudag.


- Fyrsti kennskapur til tað var tá ið eg sá tað undir HM, og síðani hevur tað verið umrøtt í ymiskum samanhangum. Allastaðni, har vit, sum varða av døming, hava verið, hava vit fingið góðar afturboðanir um, at hetta er eitt sera gott amboð at brúka har frísparksstøður eru og skotið verður beinleiðis á mál. Sagt á annan hátt: har múrur verður stillaður nær við málinum. Áður sóu vit, at múrurin flutti seg nærri enn áløgdu 9,15m-fjarstøðuna tá ið dómarin hugdi burt. Nú skuldi verið trygd fyri, at teir ikki fara um fjarstøðuna, sum dómarin hevur mett, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, og leggur afturat, at spreyið ikki fer at ávirka leikararnar.


- Teir skulu bara virða strikuna, bæði har bólturin liggur og múrurin stendur. Annars er mannagongdin ikki broytt viðvíkjandi 9.15m-fjarstøðu, múr o.a., sigur Lassin.


Meiri er at lesa um nýggja amboðið í Sosialinum í dag.