Sprellimaður og gorrandi skræðugákur


 

A. Guttormur Djurhuus


Í Sosialinum 14. august 2001 hevur Rolt Guttesen, lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, grein har hann lýsir varaløgmann og ? seg sjálvan.

Hann sigur um varaløgmann at hann er: kotamaður, gorrari, avhøvdari, orðloysingur, bedrøviligur skræðugákur, fantastur og hevur verið uppi í fíggjarligum sviki (yvirtrekt kontoina hjá sjónvarpinum við 3 mill.).

Øll hesi blómandi invektiv í sama stubba. Ikki kann sigast at hann, RG, er uttan málsligar gávur!

Harumframt skrivar hann um fólkini aftanfyri »Hesuferð«, at tey eru at sammeta við schutsstafel (SS), har leiðarin er Kjartan Hoydal. Eisini skrivar hann, at loysingarvongurin í føroyskum politikki vil loysa við »endlösung«, sum var nasistiska loysnin av jødaspurninginum. Jødarnir skuldu heilt einfalt beinast av vegnum. Tulkingin av hesi útsøgn kann bert verða, at hann heldur, atlsoyingarvongurin fer at tína sambands- og javnaðarmenn, eins og nasistarnir gjørdu við jødarnar.

Eg kann vissa Rolf Guttesen um, at so verður ikki. Eingin sambands- ella javnaðarmaður verður gassaður, ella settur í gulaglegu. Fyri tað kann hann kenna seg tryggan og koma ekkalsyur heim á klettarnar at vitja, aftaná at loysingin er tikin og vissa seg um við egnum eygum at so varð ikki.

Í einum løgnum broti sigur maðurin: »at tjóðveldis- og hesuferðfólki longu sita á Útvarpinum og Sjónvarpinum eisini í øðrum miðlum. So skjótt kunnu teir sita á propagandaapparatinum og maktapparatinum«.

Ikki vísir hetta serliga stóra virðing fyri fjølmiðlum sum upplýsandi og stabiliserandi faktori mótvegis statsmaktini. Eisini vísir tað, at maðurin vil hava sett í verk »beruvsverbot« innan fjølmiðlaheimin. Tankin er ræðandi, men tó helst hvørki fjarur ella fremmandur fyri ein fyrrverandi trúgvandi stalinist.

Einaferð hevði RT hugflog. Tað var, tá ið hann var stalinistur! Sjálvur sigur hann, at hann hevur: »viðurkent politiska mistakið, aðrir ikki«. Helst misti hann flogið, tá hann viðurkendi politiska mistakið og fór undir skjúrtuvelið á danska javnaðarflokkinum og gjørdist trúgvandi danskur javnaðarmaður.

Ella gjørdist hann sálarliga brekaður av ógvusligu broytingini, sum má hava verið sera traumatisk, og tí hevur hjálp og stuðul fyri neyðini.

Tí ikki kann tað veruliga vera so einfalt at Rolf Guttesen sjálvur á gamalsaldrinum, núrkan er fairn at bila, er vorðin »sprellimaður og gorrandi skræðugákur« hjá danska javnaðarflokkinum.