Tunnilsliðini, sum bora nýggja Eysturoyartunnilin, ið verður nýggja høvuðsfarleiðin millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, boraðu í síðstu viku 122 metrar. Tað upplýsir partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.
59 av teimum 122 metrunum vórðu sprongdir á Hvítanesi, og í alt eru tað nú sprongdir 1.685 metrar á Hvítanesi.
Tunnilsliðini, ið arbeiða frá Eysturoynni av, sprongdu í farnu viku í alt 76 metrar í tvær ættir. 21 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringini móti Hvítanesi, og har eru í alt sprongdir 89 metrar. 42 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringin móti Rókini, og í har eru í alt sprongdir 120 metrar nú, upplýsir partafelagið.









