Arbeiðið við at spreingja tann fyrsta pumpubrunnin eysturoyarmegin er nú komi so mikið langt, at gongd er aftur komi í at spreingja tunnilin frá rundkoyringini móti Rókini. Sostatt verður nú aftur sprongt í tríggjar ymiskar ættir.
Tað gongur støðugt framá við arbeiðinum at spreingja Eysturoyartunnilin, ið skal stytta farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið. Tilsamans blivu í alt 179 metrar sprongdir í síðstu viku, upplýsir p/f Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.
Av teimum 179 metrar bleiv mest sprongt á Hvítanesi, har tunnilsliðið sprongdi í alt 97 metrar. Sostatt eru nú sprongdar tilsamans 2.154 metrar á Hvítanesi.
Tunnilsliðini á Skálafjørðinum sprongdu í alt 82 metrar í farnu viku, harav 34 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringin móti Hvítanesi og 48 metrar frá rundkoyringini móti Rókini. Tilsamans eru nú 353 metrar sprongdir frá rundkoyringini móti Hvítanesi og 233 metrar frá rundkoyringini móti Rókini, upplýsir tunnilsfelagið.










