Tað krevur eitt politiskt sats, um júst framlagda heildarætlan um fólkavøkstur skal førast út í lívið.
Aðalmálið hjá samgonguni hevur higartil verið at fáa yvirskot á fíggjarlógina aftur. Sambært fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum verður málið rokkið í 2016, tá yvirskotið sambært kørmunum verður tríggjar milliónir krónur.
Men júst framlagda heildarætlanin krevur eina nýggja, fíggjarliga raðfesting av politisku skipanini.
Tey 37 átøkini í heildarætlanini kosta góðar 700 milliónir krónur næstu fimm árini.
Næstu trý árini - tað vil siga í 2014, 2015 og 2016 kosta átøkini 388 milliónir krónur. Serliga er tað íløgan í Fróðskaparsetur Føroya, ið tyngir fíggjartørvin næstu árini.
Arbeiðsbólkurin mælir til at útbyggja og umbyggja Fróðskaparsetrið fyri 250 milliónir krónur, harav 150 milliónir skulu brúkast næstu trý árini. Harumframt skal rakstrarjáttanin til Fróðskaparsetrið økjast , úr 67 milliónum upp í 100 milliónir krónur um árið.