Spreingja burturúr Tinganesi at fáa pláss fyri nýggja suðuroyarskipinum

Rættiliga nógv av botninum framvið Tinganesi má sprongjast burtur fyri at gera tað nóg rúmsátt hjá nýggja Suðuroyarskipinum. Samstundis má okkurt gerast afturat framvið Tinganesi, so at skipið hevur okkurt at detta inn at

Suðuroyarsiglingin

Tað verður ikki bara sum at siga tað at fáa pláss fyri tí nýggja suðuroyarskipinum við bryggju í Havn.
Ætlanin hevur verið, at nýggja suðuroyarskipið skal hava fast pláss í krókinum við Kongabrúnna, heilt inni í Havnini.
Eitt er, at Landsstýrið og Tórshavnar Býráð ikki enn hava fingið loyst trupulleikan um, hvør skal gjalda ferjuhavnina til nýggja suðuroyarskipið.
Eitt heilt annað er, at skal tað verða nóg rúmsátt hjá tí nyggja skipinum, verður tað neyðugt at spreingja heilt nógv burturúr Tinganesi undir sjóvarmálanum.
Umboð fyri Tórshavnar Býráð og Strandferðsluna vóru fyri stuttum í Danmark, har royndir vórðu gjørdar fyri at vita, hvussu umstøðurnar vera hjá teimum stóru skipunum í Tórshavnar Havn, eftir at ferjulegan til Nýggju Norrønu og nýggja Smyril er gjørd.
Royndirnar vístu, at tað er neyðugt at spreingja munandi burturúr botninum framvið Tinganesi fyri at tað skal vera nóg rúmsátt hjá nýggja suðuroyarskipinum at leggja at, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni.
Hann sigur, at samstundis verður neyðugt at gera eitthvørt afturat so at nýggja skipið hevur okkurt at detta inn ímóti. Verða pullartir ikki gjørdir á Tinganesi, má okkurt gerast undir vatni, so a skipið hevur nakað at detta at.
?Verður tað gjørt, ber til at manøvrera við nýggju Suðuroyarskipinum í Tórshavnar Havn, hóast tað er meiri enn 40 metrar longri enn Smyril, sum nú er og eisini nakrar metrar longri enn Norrøna, sum nú er.
Magnus Magnussen sigur, at verður tað hinvegin ikki gjørt, er støðan ein heilt onnur, tí tað er ov grunt og ov trongt, sum er.

18 metrar um sekundið
Annars vístu royndirnar, at tað ber væl til at manøvrera við nýggja Suðuroyarskipinum á Eystaruvág, hóast vindurin kemur upp á 18 metrar um sekundið.
Royndir vórðu gjørdar við utsynningi og landsynningi, sum eru ringastu ættir í Havn.
Kanska er tað onkur, sum heldur, at 18 metrar um sekundið er ikki serliga nógv. Men hetta verður roknað út uppá ein serligan máta og 18 metrar um sekundið er eitt sindur meiri enn Smyril, sum nú er, tolir, tí hann fær ikki manøvrera, fer tað upp um 13-14 metrar um sekundið.
Annars varð upplýst, at tað eru í meðal 26 tímar um árið, at nýggja Suðuroyarskipið ikki kann manøvrera á Eystaru Vág- og tað er ikki sagt, at tær løturnar passa akkurát so, at Smyril skal av Havnini, ella kemur til Havnar, júst tá.
Ætlanin er nú at søkja friðingarmyndugleikarnar um loyvi at sprongja burturúr Tinganesi undir sjóvarmálanum.
Jan Christiansen, borgarstjóri, væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí tað, sum skal gerast er undir sjóvarmálanum og fer ikki at skemma Tinganes sum er, tí tað fer ikki at síggjast.