Spreingir íløgukarmin

Karsten Hansen spreingir tann íløgukarmin, hann sjálvur hevur ásett, sigur Vilhelm Johannesen

 

Fíggjarlóg


Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, ger beint móti tí, hann sjálvur prædikar, sigur Vilhelm Johannesen, fígjarnevndarlimur Javnaðarfloksins.

Í fleiri ár hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður tosað um ein langtíðar íløgukarm hjá landskassanum. Hesin íløgukarmur skuldi liggja um einar 160-170 milliónir krónur árliga, sigur Vilhelm Johannesen.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin álagt kommunum teirra íløgukarm, sum tað ikki er lukkuligt at fara útum.

Men nú fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár er lagt fram, hevur Karsten Hansen so ruddiliga sprongt sín egna íløgukarm fyri landskassan, vísir Vilhelm Johannesen á.

Íløguætlanini hjá Karsteni Hansen fyri komndi ár eru nú knappliga vorðin til 232 miliónir, sum jú er langt oman fyri tað, hann fyrr hevur hildið seg til, sigur Vilhelm Johannesen.

Tað kann so bara merkja, at endamálið við eini langtíðarætlan er slept, sigur hann.

Hann vísir á, at á eykajáttanarlógini, sum varð viðgjørd herfyri, vórðu íløgur fyri hálvatjúgundu millión inndrignar, tí komið varð ikki til tær.

Tær verða nú bara fluttar til komandi ár. So mikið størri verður »yvirtrekkið« í mun til ta langtíðarætlan, sum Karsten Hasne hevur lagt, men sjálvur spreingir.

Serliga á samferðsluøkinum verða stórar iløgur komandi ár. Eitt nú til Suðuroyarskip og ferjulega á Syðradali.

?Men rímiligt. Valár er, tekur Vilhelm Johannesen aftur í aftur.