– Vit hava 19 fólk við smærri skaðum, sum eru savnað saman í einum bussi við svimjihøllina í Linköping. Tey verða koyrd á skaðastovuna í Motala fyri at fáa viðgerð, sigur Katarina Nestor, sum er talskvinna fyri myndugleikarnar á staðnum.
##med2##
Í húsinum, sum hevur fimm hæddir, eru vindeygu og svalar blást burtur, sigur svenska sjónvarpið SVT.Fleiri fólk hava fingið smærri skaðar í spreinginini, sum skakaði svenska býin Linköping í morgun. Orsøkin til spreingingina er enn ókend.
– Tað er í løtuni ógreitt, hvat er hent, og hvørjum tað skal vera framt ímóti, ella um tað snýr seg um ein ólukku, sigur Åsa Willslund, talskvinna hjá løgregluni, við TT.
Fleiri onnur hús í grannalagnum hava eisini fingið stóran skaða.
##med3##
– Her sær út sum á vígvøllinum, sigur ein íbúgvi á staðnum.
Sambært TT var spreingingin í einum bygningi, sum bæði hýsur vinnuligum leigarum og íbúðum. Spreingini hendi klokkan 8:02 okkara tíð.
Fleiri gøtur í grannalagnum eru avsperraðar, og bumburuddarar eru boðsendir.
##med4##
– Enn eru eingir upplýsingar um, um vandi er fyri fleiri spreinginum, men vit halda økið avbyrgt fyri at fólk ikki skulu koma inn á spreingistaði, verður sagt frá løgregluni.
/ritzau/
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##ms##
##med10##