Spreinging við ferðamannaskip

12 ferðafólk av ferðamannaskipinum ?Independence of the Seas? fingu skaða, tá ein spreinging var á bryggjuni í Gibraltar. Spreingingin var stutt frá skipinum, sum lá við bryggjuna, men sum skilst fekk eingin av teimum 12 stórvegis skaða. Harafturímóti fingu tvey fólk uppi á landi álvarssaman brunaskaða, skrivar Gibraltar Chronicle.

Tíðindastovurnar skriva, at tað var ein gasstangi, sum fór í luftina.

Skipið sjálvt fekk ongan skaða, men skiparin valdi at fara frá bryggjuni, sigur reiðaríið, Royal Caribbean Cruise Lines.

«Independence of the Seas» hevur pláss fyri 3.600 ferðafólkum, men einki verður sagt um, hvussu mong eru umborð á hesum túrinum.